Grunge, punk, 70?ara rockur og kvæði vóru á skránni, tá fimm føroyskir rockbólkar høvdu konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Tað var føðingardagsbarnið Tutl, sum skipaði fyri konsertini. Tutl er í ár 25 ár, og tí fer plátufelagið at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at halda serliga árið.
Fyrstu tiltøkini av hesum slagi vóru um vikuskiftið. Føroyskir rockbólkar spældu á konsertum á Glyvrum, Tvøroyri og í Havn. Eisini fólkatónleikurin og etniskur tónleikur var á skránni.
Í Norðurlandahúsinum spældu Clickhaze, Mold, 200, Týr og Hatespeech. Tríggir av hesum bólkum hava gjørt nógv vart við seg í hesum árinum, meðan tveir teirra komu afturíaftur eftir drúgvan steðg.
Í blaðnum í morgin hava vit reportasju frá konsertini í Norðurlandahúsinum.