Merkini vórðu vundin í húnarháttt í Vágum seinnapartin leygardagin. Ørnin vann genturóðurin á Kollafirði, og tá tær komu vestur aftur, fór stóri bilurin runt við báti og gentum. Ikki bara í Sandavági, men eisini í Miðvági, tí sandavágsgentur manna teirra bát saman við teimum í grannabygdini, og skulu vit meta út frá úrslitunum higartil í ár, so fer róðrarsamstarvið millum Miðvág og Sandavág at hilnast betri, enn tað tykist fara at gera í fótbóltinum.
Fremst allan vegin
Ørnin endaði á triðja plássi á norðoyastevnu, men í Kollafirði var eingin ivi. Tað var eitt sindur buldraligt í startinum. Lotið var so mikið fitt, at tað bar ikki til hjá so nógvum bátum at halda í fasta startin, sum tískil varð sleptur. Tað hevði við sær, at onkur lá eitt sindur tvørur og árarnar hjá onkrum bátum kliktu eitt sindur ímóti teimum hjá onkrum øðrum fyrstu tøkini.
Ørnin kom framum beinanvegin. Svanur, sum vann á norðoyastevnu, taldist millum teirra, sum fekk hálvvánaligan start. Skálagenturnar royndu at hótta, men tað eydnaðist teimum ongantíð at koma uppá síðuna av Ørnini. Í fjør fingu tær í Vágum ofta stig, men tað var langt síðani síðsta sigurin.
Millum 15 og 22 ár
Allar genturnar umborð á Ørnini hava undanfarin ár roynt seg í kappróðri. Í fjør var øll manningin nýggj, og í ár eru fimm av teimum somu við. Onnur av teimum nýggju hevur áður róð við Ørnini, og hin hevur áður róð við Sílinum.
Elsta gentan umborð á Ørnini er 22 ára gomul, og tann yngsta er 15 ára gomul. Allar uttan ein búgva og arbeiða ella ganga í skúla har vesturi. Ein kemur vestur fleiri ferðir um vikuna at venja, og á Kollafirði fingu tær allar løn fyri nógva stríðið, og tey í Miðvági og Sandavági fingu endiliga eitt ítróttarbragd, sum tey í felagsskapi kunnu gleða seg um.
Kappingin millum gentubátarnar tykist vera jøvn. Svanur og Ørnin fara ivaleyst framvegis at kappast um sigrarnar, men tað kann væl hugsast, at t.d. Súlan eisini fer at gera um seg.
jh