Røkke flytir ongantíð aftur til Noregs

Norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke, sum flutti til Sveis at búgva í 2022, sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Noregs at búgva

 

Norska kringvarpið - NRK - hitti ríkmannin, tá hann var á veg inn í Oslo Tingrætt í dag at vitja í einum máli, nevnt Solstad Offshore-málið.

 

Her varð ríkmaðurin spurdur, um hann hevur ætlanir um einaferð at flyta aftur til Noregs at búgva, men Kjell Inge Røkk var púrasta avgjørdur:

 

- Tað fari eg ongantíð at gera, var svarið hjá manninum.

 

Kjell Inge Røkke er ein av fleiri ríkum norðmonnum, sum seinastu árini hevur búð í Sveis, og sjálvur býr Røkk í býnum, Lugano.

 

Tá skattalistin í Noregi fyri 2024 varð kunngjørdur um dagarnar, lá Kjell Inge Røkke á einum fjórða plássi við einari inntøku á 519 norskum milliónum.

 

Í okkara krónum svarar hetta til umleið 332 milliónir krónur.