Rói er í oddinum - Leivur vann á Teis og Sjúrði

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ hava vunnið níggju av tíggju dystum

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ hildu fast við góðu gongdina við at vinna 29-23 á Skovbakken á heimavølli. Skovbakken var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var HØJ á odda 12-11.

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag. 

 

HØJ hevur vunnið níggju av tíggju dystum higartil í kappingini.

 

Komandi leygardag spælir HØJ á útivølli móti Team Sydhavsøerne, ið liggur triðfremst við 14 stigum.

 

Leivur Mortensen vann føroyingauppgerðina í dag tá lið hansara, Odder á útivølli vann 29-26 á liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen, Tønder.

 

Odder legði góðan botn í fyrra hálvleiki og var á odda 17-11 í steðginum. 

 

Leivur skoraði tvey mál fyri Odder og Teis skoraði trý mál fyri Tønder.

 

Komandi leygardag spælir Tønder á útivølli móti Skovbakken. Dagin eftir spælir Odder heimadyst móti Otterup.

 

NummarLiðDystirStig
1HC Midtjylland1018
2HØJ 1018
3Team Sydhavsøerne1014
4Grindsted GIF 912
5IK Skovbakken1012
6Ajax 1010
7TM Tønder Håndbold109
8Vendsyssel109
9Odder108
10FIF106
11Roskilde 106
12Otterup HK95
13HC Odense95
14HEI Skæring94