Roknað verður við nógvum útróðri í næstu viku

Streymurin verður brúkiligur í byrjanini av næstu viku, og veðurútlitini eru hampiliga góð

- Eitt frystilínuskip og tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, og tvey frystilínuskip er ávegis yvir á Flemish Kap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt frystilínuskip í løtuni er á veg heim av Flemisk Kap. 

 

- Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri; teir fáa tosk og hýsu og koma inn at landa mánadagin.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, men hann harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðurútlitini eru góð fyri teir flestu dagarnar, so vit vænta nógvan útróður í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.