Tá maratonlegendan Ron Hill kom á málið, eftir at hava runnið hálvt maraton, traðkaði hann á onkran hátt skeivt og datt - Eg fekk øgiliga ilt, og eri bangin fyri hvørja ávirkan hetta fær á armin hjá mær, sigur ein hóast alt smílandi Ron Hill.
Armin breyt maratonlegendan fyri tíggju vikum síðani tá hann rann á griksku oynni Santorini.
Ron Hill hevur fyrr verið við til olympisku leikirnar. Seinastu tíðina hevur Ron Hill roynt at klára at renna í hundrað londum, og hann rakk málinum í dag.
Ron Hill datt í tí hann kom á mál, og kom í veruleikanum inn um mállinjuna. Fólk vóru skjót at hjálpa eingilsmanninum.
Eftir renningina fekk bretska legendan eitt heiðursmerki.