Tað byrjaði við eini jólaheilsan. Sonny Vilhelmssen í Hoyvík hoyrdi eina jólaheilsan í útvarpinum frá einum umskiftisnæmingi, sum hevði verið í Føroyum í eitt ár, og hon helt, at tað ljóðaði so spennandi og hjartanemandi, at hon saman við manninum Jóhan vildu royna at átaka sær at hava ein umskiftisnæming í eitt ár. Fyrst vildu tey hava ein drong, men døtur teirra, 14 ára gamla Katja og 9 ára gamla Barbara, mutaðu ímóti: tær vildu heldur hava eina stórasystir, og soleiðis kom tann tá 17 ára gamla Rosa Navarro úr Lima í Peru at búgva hjá húskinum Vilhelmsen í eitt ár.
Rosa Navarro hevur nú verið í Føroyum í 10 mánaðir, og tað er við sorgblídni hon skal siga farvæl við familjuna, hon hevur búð hjá hesa tíðina, vinirnar, men ikki minst drongin hon hevur funnið sær. Frástøðan er stór millum Hoyvík og Lima í Peru, og bæði Rosa og húskið Millum Gilja 1 í Hoyvík vita við sær sjálvum, at tað verður ikki í bræði, at tey hittast aftur.
Hinvegin hevur frástøðan ikki tókst so stór til dagligt, meðan Rosa hevur verið í Føroyum. Hon hevur havt samband við foreldrini næstan hvønn dag ? á internetinum, og tí hevur henni ikki longst so illa heim.
? Eg sakni vinkonurnar hjá mær, serliga ta einu, men tað er ov dýrt at ringja, so vit skriva saman, sigur Rosa, sum hevur lært seg at tosa føroyskt. Sjálv heldur hon, at tað hevur gingið seint at læra málið, ? í fyrstuni tordi hon illa at tosa, tí hon var bangin fyri, hvat fólk fóru at siga. Hon skilir alt sum verður sagt og hevur ikki havt trupulleikar av at fylgja við í skúlanum.
Hvat ætlar tú at brúka tað føroyska til?
? At tosa í telefon við Sonny, svarar hon flennandi.
Skúlin
Rosa Navarro gongur í 1. g á málsligu deild í studentaskúlanum í Hoydølum, og hóast henni ikki nýtist at fara til próvtøku, hevur hon valt at fara upp í støddfrøði og enskum.
? Skúlin og skúlaskipanin í Føroyum eru rættiliga nógv øðrvísi enn í Peru. Eg havi ging-ið í einum katólskum gentuskúla í Lima.
? Eg eri ógvuliga hugtikin av nógvum í Føroyum, sum vit ikki hava í Peru. Til dømis kostar tað einki at ganga í skúla í Føroyum. Í Peru eru næstan allir skúlar privatir og skúlagongdin kostar nógv. Familjan hjá mær hevur ráð og tí kann eg lesa víðari, men eg kenni nógv, sum ikki hava møguleika at fara í skúla hóast tey hava hug og evnir. Tí kundi eg sjálvandi hugsað mær, at skúlin var ókeypis í Peru.
? Eg haldi ikki, at ungfólk er øðrvísi í Peru enn tey eru í Føroyum. Vit eru saman uppá sama máta, tosa um somu ting, lurta eftir sama tónleiki, men í Peru eru fleiri støð og tiltøk hjá ungfólki at fara til og tí kunnu vit gera meir har. Í Peru ber til at ferðast langar leiðir fyri lítið og lætt, meðan tað kostar nógv at ferðast í Føroyum og úr Føroyum til útlandið.
? Klæðini eru kortini eitt sindur øðrvísi, og eg haldi, at føroyingar fylgja betri við nýggjasta mótanum enn tey gera í Peru. Har ganga vit fyri tað mesta í kowboy buksum og t-shirt, brúka ikki nógv smyrsl og hava langt hár. Her eru klæðini mótaklæði, ungfólk smyrja seg nógv og tey flestu hava stuttklipt hár, sigur Rosa Navarro.
? At fara í ball í Føroyum er heilt øðrvísi. Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansinum, og tá ið tú fert í dans, dansar tú næstan alla tíðina og gentur dansa bara við dreingjum, sigur Rosa.
Maturin
Rosa hevur altíð verið skóti, og meðan hon hevur verið í Føroyum hevur hon verið KFUK-skóti. Tey hava verið á fleiri legum og tað hevur dámt Rosu sera væl. Av øðrum frítíðarítrivum hevur Rosa gingið í Fragd og Fima. Og tað hevur havt sítt ávísa endamál.
? Á jólum hevði eg tikið 10 kilo uppá, so eg mátti gera okkurt fyri at tapa meg. Føroyingar eta øðrvísi mat enn vit, men mær dámar næstan alt eg havi fingið, uttan spik, skerpikjøt og rullupylsu. Ostin dámar mær øgiliga væl, sigur Rosa.
Peruanarar eta ikki so nógv epli, men heldur rís, sós er púra fremmant. Høsnarungi, fiskur, frukt og grønmeti er gerandismatur hjá teimum.
Upprunin
Rosa er fødd og uppvaksin í høvuðsstaðnum Lima í Peru. Í Lima búgva 7 mill. fólk og har er gott at búgva, sigur hon, hóast kriminaliteturin og stættarmunurin er stórur. Flestu peruanarar eru katolikkar, tey tosa spanskt, og tey flestu eru rættiliga stinn í enskum.
Tann gamla inkamentanin, sum indiánararnir í Kolumbia, Ekvador, Kili, Bolivia og Peru vóru felags um, er framvegis partur av peruanska samleikanum. Mentanin broyttist nógv, tá ið spaniólar komu til Suðuramerika, men nøkur eyðkenni frá inkamentanini eru eftir. Cuzco, ið var høvuðsstaður í inkaríkinum, fær vitjan av nógvum ferðafólkum, sum koma at hyggja at støðuligum støðum og dýrgripum. Í Cuzco liva nógv framvegis sum indiánarar livdu í gomlum døgum, men fáir upprunaindiánarar eru eftir og tí er mentanin broytt nógv. Flestu upprunaindiánararnir búgva í Amazonas. Tey eru ógvuliga primitiv í merkingini, at tey duga ikki at lesa, ganga ikki í klæðum og liva annars ósiviliserað, sigur Rosa Navarro.
Rosa kemur frá eini miðalklassafamilju, pápin er myndamaður og mamman hevur tveir blómuhandlar. Beiggin, sum er 20 ára gamal, lesur búskap á lærdum háskúla.
? Størsta umskiftið hevur verið veðrið. Tá ið tað er kaldast í Peru eru 15-20 hitastig og tá ið tað er heitast eru um 35 hitastig. Her er ógvuliga kalt, men eg havi vant meg við føroyska veðrið nú. Tá ið eg komi heim aftur til Peru er vetur, so eg fari so spakuliga at venja meg við hitan aftur, sigur Rosa Navarro.
Gamal dreymur
Fimm umskiftisstudentar úr Italia, Brasilia, Kolumbia, Thailandi og Peru eru hetta skúlaárið í Føroyum, og stórur áhugi er úti um landið at hoyra tey siga frá. Rosa hevur verið á fleiri skúlum og sagt frá heimlandinum og øðrum í sambandi við tíðina her í Føroyum.
? Eg havi altíð droymt um at gerast umskiftisnæmingur. Pápi mín var í síni tíð umskiftisstudentur í USA, og beiggi mín fyri nøkrum árum síðani. Tí havi eg síðani eg var 9 ára gomul droymt um at sleppa til eitt fremmant land. Eg valdi Danmark, men eina viku áðrenn eg skuldi avstað fekk eg at vita, at eg skuldi til Føroyar. Eg visti einki um Føroyar, so eg ringdi til ein drong úr Meksiko, sum var í Føroyum síðsta ár sum umskiftisstudentur og hann fortaldi mær eitt sindur um Føroyar. Eg kom til Føroyar á Ólavsøku, so eg fekk eitt gott fyrsta inntrykk.
Heimkomin til Peru fer Rosa undir víðari lestur. Hon ætlar at lesa til løgfrøðing og áðrenn hon kom higar var hon til roynd fyri at tryggja sær upptøku á lærdum háskúla. Tvey tey fyrstu árini á lærda háskúlanum verða eitt slag av fyrireiking til víðari lesnað.
Heimleiðin
Heimferðin byrjar um tríggjar vikur, tá ið Rosa og hinir umskiftisstudentarnir fara til Danmarkar, har tey skulu vera í eina viku, áðrenn endaliga ferðin heim byrjar. Men henni nýtist ikki at hugsa so nógv um tað, tí nógv stendur á skránni fyri tíðina, ið eftir er. Mánamorgunin fara hon og hinir umskiftisstudentarnir í Føroyum eina snarferð til Shetlands, og næsta vikuskiftið fer Rosa saman við familjuni til Klaksvíkar á Norðoyastevnu. Rosa er bæði spent og kedd av at fara, tí hon veit ikki, nær hon sær familjuna, vinirnar og ikki minst drongin, hon hevur funnið sær, aftur.
? Eg veit ikki, nær eg komi aftur henda vegin, men eg komi heilt vist aftur og eg hopi eisini, at tey koma at vitja meg.
? Størstu upplivingarnar í Føroyum? Eg sá eitt grindadráp í Sandágerði, beint sum eg var komin til Føroya, og eg var ógvuliga skelkað. Ikki tí eg eri ímóti grindadrápi, men eg havi ongantíð sæð slíkt og so nógv blóð flótað. Men mær dámar væl at eta grind. Eg kom til Føroya á Ólavsøku og tað var ógvuliga stuttligt at sleppa at uppliva tað. Nýggjárið við øllum fýrverkinum var eisini eitt stórt upplivilsi og so stórkavin í mars, tá ið vit ikki sluppu út fyri einar dyr fyri kava. Eg havi upplivað kava fyrr, men eg havi ongantíð sæð so nógvan kava sum lá í mars og apríl, sigur Rosa Navarro at enda í viðtali.
Mynd: Álvur Haraldsen.