Ríka fuglalívið, sum eitt nú telur størstu drunnhvítabýli í heiminum, er hótt, nú rotta er staðfest í Nólsoy. Á heimasíðu síni, www.jenskjeld.info, skrivar Jens Kjeld Jensen, at rottuspor eru funnin í kavanum, sum nú hevur ligið. Ikki er greitt, nær rotta er komin til oynna, sum annars hevur fingið frið fyri skaðadjórinum, men Jens Kjeld Jensen staðfestir, at hetta ber við sær, at fuglalívið í oynni nú er hótt. - Seinastu mongu árini havi eg til fánýtis barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna - til dømis havi eg roynt at fáa ta lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka - at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar, men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás! Fær rottan fótafesti í Nólsoy, drepur hon tað lív, ið er eftir í oynni - drunnhvítin hvørvur og lundin, sum hevur fingið fleiri lúsingar í seinastuni, fer eisini at hvørva, skrivar Jens Kjeld Jensen á heimasíðu sínari.