Tað skal vera púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av arbeiðnum at basa rottuni í Føroyum, og arbeiðnum sum skal gerast fyri at forða fyri at hon spjaðir seg.
Tað sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni
Sum tað sæst í grein her á síðuni í áðni, verður nú arbeitt við at gera eina nýggja kunngerð um at basa rottuni.
Men han leggur dent á, at umframt ásetingar um at forða fyri, at rottan spjaðir seg, og umframt ásetingar um at basa rottuni, skal tað eisini gerast púra greitt, hvør skal hava ábyrgdina av, at arbeiðið verður framt í verki.
Spurningurin er um tað skulu vera kommunurnar, sum hava ábyrgdina, ella um ábyrgdin skal vera liggja hjá einum stovni undir landinum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at trupulleikin hjá summum kommunum er, at tær hava eina rættiliga veika umsiting. Men í bardaganum ímóti rottuni nyttar ikki, at onkrar kommunur gera arbeiðið til fulnar, eru tað aðrar, sum ikki gera tað.
Í løtuni er tað Búnaðarstovan, sum hevur ábyrgdina av at skipa fyri og hava eftirlit við, at arbeiðið at týna rottu í Føroyum verður lagt skynsamt til rættis og gjørt á rættan hátt.
Í hesum sambandi upplýsir Búnaðarstovan á heimasíðuni, at hon útvegar rottueitur, eins og tey hava gjørt ein faldara um týning av rottu.
Búnaðarstovan hevur eisini gjørt eina tilbúgvingarætlan til kommunurnar, og somuleiðis hava tey orðað eina vegleiðing til borgaran, um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey hava varnast rottu.
Men tað eru kommunurnar, ið hava ábyrgdina av, at arbeiðið verðrur framt í verki, og í hesum sambandi er ongin samskipan.
Harumframt stendur í aggomlu rottukunngerðini, sum er frá 1962, at rottueitur skal leggjast út í november.
Og tað ásannar Suni Petersen, er heilt burturvið, tí tá fæst rotta illa at eta eitur, tí tá hava tær alt møguligt annað at eta.
Hann vísir á, at tað einasta rætta er at leggja nógv eitur út tíðliga um várið, soleiðis, sum eisini Jens-Kjeld Jensen staðfestir í grein, ið kann lesast HER