Roykt tvøst til drotningina

Í samband við upplatingina av Útnorðurmiðstøðini á Norðutatlantsbryggjuni í Keypmannahavn eru fimm fólk frá Hotel Hafnia farin til Keypmannahavnar at standa fyri móttøku, sum verður hósdagin. Margretha drotning verður fyrsti gesturin

Tað verða fólk frá Hotel Hafnia í Havn, sum fara at standa fyri føroysku móttøkuni, sum verður hósdagin í samband við upplatingina av Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Allur maturin verður føroyskur burturav, og Margretha drotning verður fyrsti gesturin á móttøkuni.
Tey skriva seg inn á flogvøllinum, áðrenn flogfarið hjá Atlantsflogi fer úr Vágum týsdagin. Fimm fólk og ein rúgva av ferðagóðsi, sum helst skal flytast skjótt og koma i kulda beinanveg, tey koma til Danmarkar, greiðir Martin Restorf, stjóri á Hotel Hafnia, frá.
?Vit hava 19 rættir á borðinum, tá latið verður upp, greiðir hotelstjórin frá. Tað er føroyskur matur. Bæði vanligur og eisini eitt sindur forkunnugur. Kjøt og grind. Fiskur og skeljamatur, og hvat nú finnast kann upp á til eina slíka samkomu.
Eitt tað kanska mest forkunnuga, sum verður at smakka á móttøkuni, verður roykt tvøst við piparrótskremi, sigur hann.
Umframt allan matin, tey hava við sær, er ymiskt til at pynta básin við. Tað verður eisini slíkt, sum vendir huginum at Føroyum, sigur Martin Restorff. Tað er frammanundan sent til Danmarkar við skipi.
Eitt nú nevnir hann, at øll skelti, sum verða brúkt at kunna gestirnar um tað, sum er at síggja, eru gjørd av føroyskum malargróti.
Móttøkan, sum Hotel Hafnina fer at stand fyri, verður hósdagin 28. november. Fyrst at smakka tað, á borðinum stendur, verða drotningahúnini, sigur Martin Restorff. Síðan veður opið fyri almenninginum.
Tað er fyrstu ferð í meira enn hálvthundrað ára longu søgu Hotel Hafnia, at hotellið stendur fyri einum slíkum tiltaki uttanlands, sigur hann. Avtalan er komin i lag gjøgnum føroyska sendimannin í Keypmannahavn,Trygva Johansen, sigur Martin Restorff
Íslendingar og grønlendingar hava eisini líknandi móttøkur á sínum básum á Bryggjuni.