Roykur - men eingin grind á Sandi

Fyri løtu síðan sást nógvur roykur vestan fyri ruskplássið á Sandi. Tá vit fregnaðust, skiltu vit skjótt, at talan er um brandvenjing.

Sløkkiliðini í Sandoynni skipa nú seinnapartin fyri brandvenjing á Sandi, og fyri løtu síðan sást nógvur roykur á økinum beint vestan fyri ruskplássið.

 

in.fo koyrdi ein túr niðan móti økinum, og her skiltu vit, at talan er um brandvenjing hjá sløkkiliðunum í Sandoynni.

 

Nakað av fólki er við í venjingini, og her eru eisini brandbilur, sjúkrabilur og ivaleyst aðrir hjálparbilar við.

 

Sagt verður úr oynni, at hvør kommuna hevur sítt lið av sløkkiliðsmonnum, og síðan er eitt bjargingarlið, sum fevnir um alla oynna.

 

Ein brandbilur er í Sandoynni. Hesin er keyptur úr Odense, og tað er Sands kommuna, sum eigur bilin.