Roykur men eingin grind í Kollafirði

Grindaboð ljóðaðu í Kollafirði í morgun, men tað vísti seg tó, at talan var døglingar

Grindaboð var í Kollafirði í morgun og bátar vórðu skjótir út at kanna hana og reka hana inn á Kollafjørð.

 

Tá bátar komu út til hvalirnar, vísti tað seg tó ikki at verða grind, men døglingar.

 

Tað er ikki loyvt at drepa døgling og tí máttu bátsmanningarnar heim aftur sum av torvheiðum. Hetta er iki fyrsu ferð í ár, at døglingur verður hildin verða grind. Sama hendi í Skálafjørðinum fyrr í ár.

 

Kollafjørður var góðkend sum hvalvág síðsta summar.