Royndir spælarar geva avboð

Hvørki Jákup Mikkelsen ella Fróði Benjaminsen vera við á venjingarleguni í Teilandi í komandi mánaði. Í teirra stað eru komnir Hans Jørgensen og Karl Løkin, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Jákup Mikkelsen hevur spælt 73 landsdystir, meðan Fróði Benjaminsen hevur spælt 72 landsdystir. Við samanlagt 145 landsdystum er talan um sera royndar menn, sum geva avboð.

 

Í teirra stað eru komnir Hans Jørgensen og Karl Løkin, sum báðir hava spælt á U21 landsliðnum. Hans Jørgensen er málmaður og hevur til hetta kappingarárið skift til HB. Karl Løkin er verjukendur miðvallari og skifti fyri stuttum til NSÍ frá ÍF.

 

Føroyska landsliðið verður á venjingarlegu í Teilandi frá 14. til 23. feburar, har liðið eisini skal spæla landsdyst móti júst Teilandi.