##med2##
Marianna G. Eystberg roynir seg saman við Magnu Tórðardóttir og Annu Brimnes í stóra hondbóltsfelagnum í Keypmannahavn, Ajax.
Enn er Marianna partur av næstbesta hópinum sum spælir í triðbestu donsku hondbóltsdeildini, men vónin er at kunna vinna seg í hópin hjá besta liðnum, og tíðum venur Marianna eisini við besta liðnum hjá Ajax.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariannu G. Eystberg á FM1 fyrr í dag.