Farna árið hevur arbeiðið í nevndini verið nakað áleiðis tí sum fyrifórst í 2007 og 2008. Frá heldur óhepna norðurlendska ársfundinum, ið Noreg skipaði fyri 26.-30. juni 2008, kom eingin frágreiðing. Øll londini góvu avboð, m.a. Áland bert eina viku undan fundinum. FNU legði leiðina umvegis Bergen, men mátti av øðrum orsøkum bróta túrin av komin hálvan vegin norður til Romsdalen. Úrslitið varð at yvirnáttast mátti í Oslo, og varð tá gjørt av at fara til hús aftur. Sum einasta luttakandi land varð ikki mett tað var ómakin vert at koyra norður aftur so langa leið.
Serstøk smámál hava verið uppi og vent í nevndararbeiðnum hetta tíðarskeið. Sandvíkar bleiv avgreitt av Yvirfriðingarnevndini og sjálvt um mannagongdin ikki hevði verið røtt og vit kærdu málið til nýggja viðgerð, staðfesti Yvirfriðingarnevndin loyvið til Byrsumúla. Ávísar treytir vóru settar til hvussu bingjan skuldi klæðast og hava flagtekju og hvussu skotplássið skuldi innrættast.
Roynt varð at seta verkætlan upp til kanningar av sjóavrfallsorku. Luttakarar vóru fingnir frá Noreg, Danmark og úr Føroyum saman við enska veitaranum av tøkniliga útbúnaðinum. Tikið varð væl undir við at fremja verkætlanina sum eina FP7 umsókn, men ikki ein króna kundi latast í stuðuli til at fremja drúgvu umsóknina – hvørki SEV, Landsstýrið ella Granskingarráðið høvdu møguleika at stuðla, og avgjørt varð so at steðga framhaldandi fyrireikingum.
Ein av luttakarunum var Fróðskaparsetrið, ið síðan helt fram við egnum kanningum. Nú kundi bæði SEV og Granskingarráðið finna nakað yvir eina millión at stuðla við, so niðurstøðan er greið, at tað veldst alt um, hvør tað er, sum sendur umsókn og roynir at seta nakað í verk. Sum ikki einaferð: er Føroya Náttúruverndarfelag inni í myndini, verður ikki latin stuðul, og so er tað stórt sæð uttan mun til hvussu skilagóð vekætlanin er.
Ætlanin at fáa kanning gjørda til møguligan tjóðgarð hevur verið inni og vent á stuðulsborðinum hjá Innlendismálaráðnum sambært játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Fyrstu tvey árini var umsóknin avvíst tí landsstýrið sjálvt arbeiddi við Koltri sum tjóðgarð – ein ætlan, sum Innlendismálaráðið eftir sera drúgt stríð mátti eta í seg aftur sum hopisleyst fyrireikað. Koltur lýkur ikki grundleggjandi ST treytirnar fyri at kunna skipast sum tjóðgarður. Í ár var umsóknin aftur send inn, men úrslitið er tað sama. Granskingarráðið hevur eisini tvær ferðir viðgjørt umsóknina. Hon var avvíst fyrstu ferð við grundgeving, at eingin gransking var í ætlanini, og aðru ferð tí óheftu dómararnir høvdu hvør sítt tilmæli – annar gav botnkarakter og hin toppkarakter. Við hesum liggur verkætlanin til møguleikan at skipa Hvannhaga sum tjóðgarð deyð – eftir at tiltakið Best røkta Bygd við nýggja tiltakinum at kjósa vækrasta og mest serstaka náttúrupláss valdi Hvannhaga sum nummar eitt.
Sama afturvendandi stórmál er SEV og vatnorkuútbyggingar. SEV fekk loyvi frá Yvirfriðingarnevndini at seta hol á Stórá við Norðskála og uppi við Eysturoyar tunnilsmunnan at fremja arbeiðspláss til tunnilsboringar norðureftir. Ætlanin varð boðin í lisitatión har J.K.Petersen skuldi hava 50 mill.kr. fyri at Eiðisvatn og turbinurnar kundu framleiða 5 GWtímar afturat. Hetta er ógvuslig íløga til so lítla orkunøgd, men skilligt ein snildur liður í loyvinum til Eiði 2, ið Yvirfriðingarnevndin ikki hevði givið loyvi til á summri 2008, tá nógv rumbul tók seg upp lokalt í økinum.
Áhugabólkur skipaði fyri almennum fundi á Oyrabakka 16. juli, og varð FNU biðið at hava innlegg. Hetta gjørdu vit væl vitandi at SEV ikki var til at vika. SEV stjórin nevndi annars at teir altíð kundu tippa holið aftur um tað gekk heilt galið. Fyrr í ár kom so loyvið frá Yvirfriðingarnevndini at taka Eiði 2 sjálvt um árinskanningin hjá Náttúrugripasavninum staðfesti óheppin árin á lívfrøðina í avveittu økjunum til Eiði 1 og 3. Loyvið er sostatt givið at bora suður til Selatraðar – og um SEV hevur hug suður til Gjógvará, ið man tykjast rættuliga hopisleyst við teim stóru gjáum, ið eru á strekkinum.
Brúkast skulu 250 mill. kr. til at framleiða 17 GWt ella næstan 15 mill. kr. fyri hvønn GW tíman. Hetta er áleiðis tað ein gomul 225 KW Vestas mylla framleiðir upp á eitt ár. Kostnaður fyri slíka myllu er umleið 300.000 kr.
SEV vil seta ravmagnskostnaðin upp og skal hetta saman við lántøku fíggja Eiði 2 ætlanina. Kappingarráðið gav ikki loyvi at seta prísin upp og er ikki greitt í løtuni um lántøka verður loyvd av landstýrinum. Óhefta serfrøðingakanningin av el-netinum staðfesti at 8 MW av vindorku kunnu setast aftur at verandi 4 MW, og onnur 4 MW vilja krevja broytingar á Sundsverkinum. Talan er um at sleppa undan fluktuatiónum ella svingningum í styrkini, ið kann hava óheppin árin á t.d. elektroniskan útbúnað.
SEV hevur ført fram at verandi 55% av ravmagninum skulu útbyggjast til at hesi verða frá varandi orku. Alt gott um tað, men spyrjast kann so hví vit ikki taka til eftirtektar eina skynsama útbygging av teimum tøku 8 MW vindorku til ein kostnað á 56 mill.kr. við eini framleiðslu á 35 GWtímar heldur enn 250 mill.kr. vatnorku, ið skal framleiða helvtina? Sum vit síggja er tað sami óskiljandi útbyggingarpolitikkur, ið SEV heldur áfram við. Tosað er um Víkarvatn, ið skal verða næsta vatnorkutøkan. Hetta tekur ongan enda – kanska ikki fyrr enn til 2013 tá einkarrætturin til áir og vøtn gongur út.
Orkuútbyggingar verða nú eisini tengdar til veðurlagsbroytingar tá tað endaliga er staðfest at fossil orkunýtsla er ein av meginkeldunum til útlátið av koltvísúrni. Leggjast skal um til varandi orkukeldur, men sær ein av stóru fossilu brúkarunum, SEV, so gott sum bara vatnorku sum loysn á hesum. Veðurlagsbroytingin er við at blíva eitt sera stórt mál í náttúru- og
umhvørvisvernd, og er hetta sera tíðarkrevjandi at fylgja upp, soleiðis at vit allatíðina eru væl kunnað um hvat fyriferst.
Roynt er at fáa landsbyggireglur til orkunýtslu til bygningar, men er hetta ikki komið upp á pláss enn. ST-fundurin, ið skal avloysa Kyoto, verður í Keypmannahavn í desember mánað. Landsstýrið hevur ikki enn nakað ítøkiligt at leggja fram á fundinum, og um tað fer at koma nakað ítøkiligt, sum kann sigast at bera á brá at minka um fossilu orkuna, kann ein ivast í nú bert hálvt ár er eftir til fundin. Vit hava tó nýliga fingið innbjóðing at luttaka í Ráðførandi fylgibólkinum hjá løgmanni viðvíkjandi veðurlagsviðurskiftum. Fyrsti fundurin skal verða í mai, men er ikki nøkur dagfesting sett enn.
FNU sendi yvirlýsing til mótmæli til avgerð Yvirfriðingarnevndarinnar at loyva Eiði 2 útbyggingina. Hesum tók SEV illa upp og legði tí eftir formanninum persónligt. Hetta er SEV so líkt at fara eftir manninum heldur enn eftir málinum. Vit fingu tó síðsta orðið og skiltist á fólkum sum heild, at FNU dró longra stráið og kom væl fram, at framhaldandi vatnorkutøka og oyðan av vøtnum ikki er skilagóð og gongd leið.
Nýggja náttúrufriðingarlógin liggur enn og samlar dust í Innlendismálaráðnum. Ætlanin er at hon skal niðan í tingið í ár. Hvussu verður við hesum er óvist, men er 1. januar 2010 nevndur har lógin skal vera sett í verk.
Umhvørvis- og náttúruverndarmál eru vorðin alt meira tengd at orkumálum, og sæst ein størri áhugi fyri evninum enn áður. Skúlaungdómar takast við evnini, Tórshavnar kommuna hevur skipað árliga umhvørvisviku og “grøna” fyribrigdið sæst enn betur fyri hvønn dag sum gongur. Nógv mál verða umrødd, m.a. ein enn stór og sjónlig dálking frá skipum, frárensl frá sethúsum og bygningum har heilt nógvar kommunur ikki hava skipað síni kloakkeringsviðurskifti á nøktandi hátt. Matvørudálking vindur upp á seg og er grindin so gott sum ikki etandi, siga nakrir serfrøðingar, meðan onnur føði í førum kann sigast at verða líka heilsuskaðilig. Nógva nýtslan av alskyns evnafrøðiligum evnum (enntá kálkfjernari sæst í handlum!) vísir okkum, at stórur tørvur er á upplýsing og kunning um skynsama dagligu vørunýtslu.
Kjarnorkuverk er aftur upp á tal, og sjálvur vinnumálaráðharrin metir tað tá skilagott at seta arbeiðsbólk at kanna og greina slíkt vandamál. Spell at vit ikki kunnu taka sjálvt landspolittikkarar í álvara.
FNU hevur fingið játtað kr.15.000 til árliga fundin, ið skal verða í Danmark í ár. FNU hevur roynt at fáa skipað fundin innan stórfundin í desember, men hevur ikki fingið nakað svar hesum viðvíkjandi.
Samanumtikið kann sigast at náttúru- og umhvørvisvernd hevur fingið størri ans við teim broytingum ið standast bæði í veðurlagsforsøgnum og dálking av m.a. okkara føðigrundarlag, tað sum gróðurin gevur og tað sum svimur í havinum. Grind- og spik er ikki etandi, sigur onkur, meðan annar heldur vil hava burgara og danskan speril.
Livst so spyrst- stórarbeiði liggur fyri framman til nýggju nevndina í FNU.