Ársins tónleikamynd 2010

- Eg var til G! festivalin og legði meg eftir at fáa myndir av áskoðarunum, fyri at lýsa hvussu stemningurin var. Veðrið var jú út av lagið vánaligt, men lagið á fólkið var so øgiliga gott, sigur Jón K. Joensen um vinnaramyndina.

- Júst handan myndin varð tikin til konsertina hjá Týr, og tað, sum sermerkti ta konsertina, var, at nógv fólk vórðu borin frameftir uppá handan mátan. Men eg helt, at hasin fýrurin var serliga stuttligur, tí hann kláraði at halda fast í bæði øl og sigarett ímeðan, greiðir Jón K. Joensen smílandi frá.
Hann er vanur at taka myndir og undirvísir eisini í foto á kvøldskúlanum. So tað er ikki nakað fremmant fyri honum.
- Eg havi tikið myndir síðani eg var smádrongur og fekk mítt fyrsta kamera frá pápa mínum. Hann hevur sostatt tikið myndir í 30 ár og veit tí eisini at siga, at hatta ikki var ein serliga teksnisk krevjandi mynd at taka, tí ljósið var gott.
- Tað, sum serliga hugtekur meg við myndatøku, er, at tú fært fangað eitt eygnablikk. Tú kanst altíð royna at greiða frá eini støðu ella eini løtu, men tað er nakað heilt annað at kunna vísa tað, heldur Jón.

Nógv motiv á festivalum
- Tað eru so sera nógv motiv, tá tú fert á festival. Tú kanst taka myndir allatíðina. Tí har eru so nógv fólk, og har hendir so nógv. So um tú skalt fáa tær heilt góðu myndirnar, so mást tú næstan taka avgerð um, hvørjum tú skal taka myndir av. T.d., at nú fari eg at taka nakrar flottar myndir av tónleikarunum. Ella, sum eg gjørdi í hesum føri, gera av at taka myndir av stemninginum og áskoðarunum, sigur Jón.
Hann heldur, at myndirnar av tí, sum hendir á pallinum ofta eru flottar reint visuelt, men myndirnar av áskoðarunum nógv betri lýsa stemningin og hin partin av festivalinum, sum ofta verður eitt sindur forsømdur av fotografunum.

Lá sjúkur
Mikukvøldið, tá Planet tiltakið var, lá Jón sjúkur í seingini við nógvum fepri. Hann lurtaði tó eftir øllum tiltakinum á Rás2, og tá komið varð til at avdúka vinnaramyndina, var tað skjótt, at fimmoyrað fall.
- Tá eg hoyrdi grundgevingina fyri vinnaramyndini, so kendi eg beinanvegin tað aftur, sum varð lýst. Tá var eg harmur um, at eg ikki fekk verið har og tikið ímóti. Tað ljóðaði til at vera super stemningur og gott lag, heldur hann.
Jón er ikki heilt vísur í, hvat tær 5000 krónurnar skulu nýtast til.
- Kanska hetta fer at dekka jólagávurnar, sigur hann smílandi. Hann hevur góða útgerð, so tað verður neyvan tað, pengarnir verða nýttir til.
- Men tað er ikki myndatólið, sum tekur myndina, tað er fólkið aftanfyri. Tað er tí als ikki altíð, at tey bestu tólini taka tær bestu myndirnar. Tað snýr seg um at læra seg at brúka ta útgerðina, sum man hevur at arbeiða við. Tá kann man fáa super myndir, sigur Jón K. Joensen.