Ársins virkið

Nú Í/F Havsbrún hevur vunnið heitið sum ársins virki, er tað kanska hóskandi at hugleiða eitt sindur um, hvussu eitt virki skal verða rikið fyri at vinna ein slíkan heiðurssess.

Nú Í/F Havsbrún hevur vunnið heitið sum ársins virki, er tað kanska hóskandi at hugleiða eitt sindur um, hvussu eitt virki skal verða rikið fyri at vinna ein slíkan heiðurssess.

Í fyrsta lagi eiga viðlíkahaldsútreiðslurnar at verða spardar so lang niður sum gjørligt! Hetta gevur skjótan vinning, sum er altavgerandi fyri spennandi virksemi og fyri at vágafúsur kapitalur skal brellast eftir at gera íløgur í virkið.

Í øðrum lagi eigur at verða vístur ein meira frísinnaður hugburður yvir fyri lógum og reglugerðum, sum kunnu tarna virkseminum og avkastinum hjá virkinum.

Tak t.d. Umhvørvislógina: Tað hevur verið skotið Havsbrún í skógvarnar, at har luktar so illa, men her eiga fólk at minnast til og at venja seg við, at eitt fiskavirki má lukta av fiski.

Og viðvíkjandi óljóði frá virkinum, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan at halda seg vekk her og lata marknaðarkreftirnar ráða. Í staðin fyri blint at skriva altjóða lógir og reglugerðir um larm av, eigur Starvsstovan at koma við nýhugsanum, sum eru lagaðar til føroysk viðurskifti. Til dømis kundi hon býtt út hoyriverjur til grannarnar hjá virkinum. Hesar hoyri-verjur skuldu verið gjørdar soleiðis, at tað bar til at sova við teimum.

Tað sama er at siga um altjóða Mar-poll-lógirnar, sum snúgva seg um vernd av havumhvørvinum. Hetta eru útlendskar lógir, sum eru trýstar niður yvir okkum og sum ikki hóska til føroysk viðurskifti.

Her var kanska gjørdur ein svipsari? ? Ikki tað at íløgur vóru gjørdar í alivinnuna, tí hetta vóru góðar íløgur, sum hava kastað væl av sær, og sum eisini eru náttúrligar fyri Havsbrún. Størsti parturin av framleiðsluni hjá virkinum er jú alifóður. Men kanska var tað ikki so smart at gera íløgur í alivinnuna júst í Fuglafirði, tí laksurin her livir at kalla í frárenslinum frá Havsbrún, og í lensivatninum frá skipunum, sum landa til virkið.

Samanumtikið kann sigast, at um ein vil hava frambrot í vinnuni, so eru her tvær meginreglur, sum eru góðar at hava í huga: 1. At spara mest møguligt í viðlíkahaldsútreiðslum. 2. At síggja ímillum fingrarnar við lógum og reglugerðum, sum kunnu vera hindrandi fyri tað virksemi, sum ein er í holt við. Tað góða er, at htta fær ongar avleiðingar kortini, ? væl at merkja um ansað verður eftir, ikki at gera íløgur í viðkvæmt virksemi, sum liggur ov nær egnari fyritøku. Um hesar meginreglur verða fylgdar, skuldi verið lagamanni at vunnið heiðurin sum ársins virki eftir stuttari tíð.


Heilsan,

Niels Midjord