Ársins Virki skal veljast fyri ellintu ferð

Vinnudagurin verður 1. oktober, og tá verður ársins virkið kosið fyri ellivntu ferð.

Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fór undir Vinnudagin fyrstu ferð, var endamálið at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið var eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

- Endamálið er framvegis tað sama, og at velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni í morgun.

Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Dómsnevndin er sett saman við tveimum umboðum fyri vinnuna, tveimum umboðum fyri fíggjarstovnar og einum umboði fyri tað almenna. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Hesi árini, Ársins Virki hevur verið kosið, hava hesar fyritøkur fingið henda heiður:

2000 Havsbrún

2001 Tórshavnar Skipasmiðja

2002 Vónin

2003 Vaðhorn

2004 Reyni Service

2005 Faroe Marine Products

2006 Thor

2007 Eik Banki

2008 ArtiCon

2009 Bakkafrost

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Tey, ið hava fingið heiðurin Ársins Átak hesi árini, hava verið:

2000 Ikki valt

2001 North Atlantic Fish Fair

2002 Teitur Lassen

2003 Formula.fo, Total View

2004 Atlantic Airways, sáttmálin við Aker Stord

2005 Fariga Seafood

2006 Vinnuvitan

2007 Ikki valt

2008 Decision3

2009 Tórshavnar Matfestivalur

Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2010 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 1. oktober. Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið, sum gávu frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.