Úrslitið hjá Betri var yvir 100 milliónir krónur

Gongdin í føroyska samfelagnum farna hálvárið hevur verið góð, og hetta ávirkar eftir øllum at døma eisini úrslitið hjá Betrisamtakinum.

 

Úrslitið hjá samtakinum fyrra hálvár í ár var 108 mió. kr. eftir skatt, og samtakið hevur nú eina eginogn á yvir 3 mia. kr.

 

- Umframt at móðirfelagið hevði eitt gott úrslit, høvdu øll feløgini í samtakinum yvirskot í fyrra hálvári. Úrslitið hjá Betri Banki var 69 mió. kr., Betri Trygging 8. mió. kr., og Betri Pensjón 2. mió. kr. Stóri aktiviteturin á føroyska húsamarknaðinum hevur við sær, at Betri Heim fer at seta fleiri fólk í starv, skrivar samtakið.

 

Úrslitið hjá samtakinum fyri árið 2018 verður væntandi millum 130-165 mió. kr. áðrenn skatt.

 

Fyrra hálvárið í stuttum

• Úrslitið hjá Betri PF er 108 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

• Eginognin hjá Betri PF er 3.058 mió. kr.

• Betri Banki hevði eitt úrslit á 69 mió. kr., og eginognin er 1.610 mió. kr.

• Betri Trygging hevði eitt úrslit á 8 mió. kr., og eginognin er 575 mió. kr.

• Betri Pensjón hevði eitt úrslit á 2 mió. kr., og eginognin er 71 mió. kr.