RUÐULEIKANS VERKFRØÐI

Sambært rithøvundinum Jonathan Cook hava heykar í Ísrael og USA leingi virkað fyri at fáa alt Miðeystur at detta sundur

Eru muslimar óndir?

 

Edgar Allan Poe heldur fyri, í síni gitnu kosmologi Eureka, at einaferð fer menniskjans tilvera at vera “tann hjá Jehova”. Upp ímóti hesi hugsan ber til at seta eina øðrvísi staðfesting - so vælkenda, at hon mest minnir um fótatraðk – nevniliga hana, at tekniskur framburður og andalig menning ikki fylgjast at. Prometheus, segði tann gløggi Arthur Koestler, heldur kós móti stjørnunum, við einum swastika-merki í hjartanum.

Rákið í heiminum í dag tykist bera prógv um sannleikan í hesi hugsan. Eftir forsetavalið í USA er undirtøkan fyri tí gamla – rasistiska og antisemitiska – felagsskapinum Ku Klux Klan vaksandi. Nøkur ár herfyri frættist, at fordómar móti jødum vóru vaksandi í Europa.

Men eisini ein annar bólkur hevur nú í nøkur ár fingið fordómanna skammarblett á seg. Eg hugsi her um limir í tí triðju monoteistisku trúargreinini, Islam, og um ættina hjá Muhammed, arabarar. Muslimar verða í dag av mongum fólkum hildnir at vera óndir. Kendir menn, eisini her hjá okkum, umrøða uttan at blunka hesi fólk niðrandi. Á eini stevnu í 2002 hjá The Southern Baptists í Florida kallaði ein fyrrverandi leiðari, Jerry Vines, Muhammed “ein devulsbesettan pedofilan”. Fólk í túsundatali klappaðu hugtikin.

Niðurstøðan tykist greið. Muslimar og arabarar eru, í huganum á mongum, partur av eini lægri útgávu av mannaættini.

 

Tann loyvda píningin

 

Tá ið tað ber til at varpa út slíkar fíggindamyndir, uttan at nakar mælir ímóti, er tað kanska, tí at vit hava gloymt okkara egnu nýggjaru søgu. Tí nettupp hetta slag av demoniserandi fordómum breiddu nazistisk propagandatól út í 30-árunum og undir seinna heimskríggi.

Undirritaði hevur sæð filmar, sum Joseph Goebbels læt framleiða, sum skuldu geva fólki upplýsing um pólskar jødar. Teir vórðu vístir fram sum verandi fátækir, skitnir, fullir í lúsum, grammir og óndir.

Tað tykist við øðrum orðum, sum nøkur okkara, uttan at vita av, hava latið eina sjeyti ára gamla nazistiska menniskjamynd rína við okkum, og sum vit nú føra hetta bílætið yvir á eitt nýtt trúar- og mentanarsamfelag.

Avleiðingarnar av hesi gongd eru álvarsamar. Hevur tú fyrst lýst ein bólk av menniskjum sum “undirmenniskju”, kanst tú fara við teimum hareftir. Í USA vórðu í 2002 bæði tann triðja Geneve-samtyktin og tann 700 ára gamla grundreglan um “habeas corpus” (rættin til at koma fyri ein dómara stutt eftir handtøku) avtikin. Í skjóli frá hesum løgfrøðiliga kvetti vórðu og verða í dag muslimar og arabarar í stórum tali handtiknir, fongslaðir og píndir, eisini um teir eru púra ósekir.

 

Kókað livandi

 

Ikki sjáldan verður hetta gjørt við tí snildu úbjóðing sum í USA verður rópt “rendition”. Hetta merkir, at sjálvt tað skitna arbeiðið – píningin – verður framt í londum sum Egyptalandi, Sýra ella Saudi-Arabia. Hvussu víðgongd slík píning kann vera, sæst, um vit fara til eitt land sum Usbekistan. Í hesum landi, sum í nøkur ár varð útvalt til at vera eitt serligt vinarland hjá USA, er dokumenterað, at fólk verða kókað til deyðis.

Men hetta nervar okkum ikki. Vit sova okkara søta svøvn, fullvís í, at slíkur atburður móti okkara næsta er í lagi, tí tað eru tey røttu – undirmenniskjuni – sum verða soleiðis viðfarin.

 

Tey kristnu og jødarnir

 

Men her tykist tað, sum vit í vesturheiminum hava gloymt okkurt. Av røttum eru vit eisini í dag hørm og uppøst um, at árini 1933-45 blivu 6 milliónir jødar myrdir. Men tann lítið hugaligi sannleikin er, at tað vóru ikki muslimar, sum framdu hesa brotsgerð. Tað vóru vit, tað mentaða Europa. Adolf Hitler var ikki kristin maður. Men tann gróðrarbotnur, sum hansara ætlan spretti úr, var tann kristna siðmenningin.

Antisemitisman hevði í øldir trivist væl, fyrst millum katolikkar og seinni millum trúbótarfólk. Martin Luther, sum íbirti trúbótina og framvegis er tað mætasta navnið hjá hesi rørslu, førdi í sínum borðtalum fram tankar um jødarnar, sum Hitler og hansara harkalið í næstan bókstavligari merking gjørdu til veruleika. Í eini sending í sjónvarpinum fyri stuttum um jødanna søgu, varð ført fram av einum serfrøðingi, at bíblian goymir í sær tann kjarna, sum gjørdi jødatýningina í Týsklandi møguliga.

 

Ísrael

 

Vit í vesturheiminum høvdu og hava alla orsøk til at skammast um tey morð og tann yvirgang, sum vórðu framd í fyrru helvt av 20. øld, og um ta rót, hesar ræðuligu hendingar høvdu í okkara kristnu trúgv og mentan. Av somu grund var tað okkum ein lætti, at eitt ríki bleiv sett á stovn í 1948, sum skuldi vera griðstaður hjá heimsins jødum. Tað nýggja landið í Miðeystri – Ísrael – hevur av somu orsøk fingið serliga vælvild frá USA og londum í Europa.

Meðan tey sár, vit sjálvi høvdu elvt, vóru um at vera grødd, og tann sorgarsøga, vit vóru atvold í, varð skapt um til eina gleðisøgu, gloymdu mong okkara eitt.

Í Palestina búði frammanundan eitt fólk, ein tjóð, við síni egnu mentan, sínum máli og síni søgu. Lukkulig um, at søgan fekk ein góðan enda, lótu vit eyguni aftur fyri tí sannroynd, at medaljan hevði eina sera ónossliga rangu. Men Ísrael er eitt í mongum lutum framkomið ríki, og tess nýggjara ættarlið av søgufrøðingum hevur víst hesi baksíðu ein vaksandi áhuga.

 

David Ben-Gurion

 

Tá ið undirritaði var ungur, vóru tað mong okkara, sum hávirdu politikarar ella herovastar sum David Ben-Gurion, Goldu Meïr, Moshe Dayan og Yigal Allon, fyri bara at nevna nøkur dømir. Men eftir at søgufrøðingar hava kannað Ísraels nýggjaru søgu, hevur myndin av hesum reystkappum fingið ein fjølbroyttari - og flekkutari - dám.

Tak hetjuna yvir øllum hetjum, Ben-Gurion, sum var Ísraels fyrsti forsætisráðharri. Tað vísir seg nú, at hesin maður, mong ár áðrenn hansara ríki varð sett á stovn, hevði sett sær sum mál at ræna jørð og land frá teimum arabarum, sum áttu tað, og at reka teir burtur úr sínum ríki. Fyri at rættvísgera sín politikk breiddu hann og felagar hansara út ta mýtu, at einki palestinskt fólk var til.

Politikkurin hjá hesum manni og hansara lagsbrøðrum var við øðrum orðum eitt fullgott dømi um tað, vit í dag rópa etniska útreinsan. Ben-Gurion, sum frá 1941 rópti henda politikk “transfer” (t.e. flyting), duldi ikki fyri síni æltan og segði bart út, at henda burturflyting neyðturviliga mátti vera “eirindaleysur tvingsil” (ruthless compulsion).

Hesin politikari og statsmaður, dyrkaður í vesturheiminum sum mætur demokratur og javnaðarmaður, var, hvat hansara politisku framferð viðvíkir, í roynd og veru ein ísraelskur Milosevitj.

 

Krossferðin móti Iran

 

Hetta mál er eitt gott dømi um ta vídd av virtual reality, sum eyðkennir okkara fjórða statsvald. Tí hóast m.a. bæði Benny Morris og serstakliga Ilan Pappe (í bókini The Ethnic Cleansing of Palestine, Oneworld, 2006) hava greitt væl og virðiliga frá hesum viðurskiftum, hava vesturlendskir miðlar ikki rættað sína følsku idealmynd av David Ben-Gurion.

Eitt annað dømi um sama tykisheim er umrøðan av Iran og av vesturheimsins politikki mótvegis hesum ríki. Vit lesa ella hoyra í heilum um, at USA og Ísrael hava í hyggju at loypa á hetta landið. Sum orsakir til eitt kríggj móti tí gamla persiska ríkinum verður nevnt, at iranar vilja framleiða kjarnorku, og at tann iranski forsetin skal hava í hyggju at beina fyri Ísrael.

 

Mahmoud Ahmadinejad

 

Um vit fyri fyrst lata hesar væl ella illa undirbygdu grundir liggja, so tykjast tíðindir um krígsætlanir móti Iran løgin. Mær vitandi hevur Iran ongantíð gjørt USA ella Ísrael nakað.

Hinvegin er tað ein sannroynd, at bæði USA og Ísrael hava framt ovurstórar illgerðir móti iranum. Iran fekk longu í 1906 sítt fyrsta demokratiskt valda ting, og í 1951 fekk tað gamla ríkið fólkaræði. Men USA, saman við Onglandi (og lutvís Ísrael), beindi í 1953 við einum kvetti fyri demokratinum í Iran.

Seinni hjálptu amerikanarar og ísraelar shahstýrinum at venja upp SAVAK, ta ræðuligu loynitænastuna, sum tókst við at fongsla og pína iranskar demokratar í stórum tali. Uppaftur seinni hjálptu bæði USA og Ísrael Saddam Hussein, tá ið hann fór í kríggj ímóti Iran og við eitri drap mangar 100.00 iranar.

Nú rykkir lesarin kanska brýr og minnir greinskrivaran á, at Iran ætlar at fara í kríggj móti Ísrael. Og rætt er tað, tann iranski forsetin Mahmoud Ahmadinejad verður í vesturlendskum miðlum alsamt lagdur undir at vilja strika Ísrael av landkortinum.

 

 

 

 

Men hvat segði Ahmadinejad?

 

Sjálvur sá og hoyrdi eg hesa søgu endurtikna í eini sending í danska sjónvarpinum tað kvøldið, Barack Obama varð valdur til forseta í USA. Men er søgan sonn? Ella er eisini henda søgan, tikin uppaftur og jabbað hundraðtals ferðir, dømi um fjømiðlaskapta yrking?

Blaðmaðurin Jonathan Cook, sum býr í Nasareth, viðger henda spurning í bók síni Israel and the Clash of Civilisations (Pluto Press, 2008). Hann vísir m.a. til Juan Cole, professara við Michigan lærda hásúla og serfrøðing í Miðeystur-viðurskiftum. Í síni útsøgn tók forsetin í Iran uppaftur nøkur orð eftir Khomeini ayatolla sála. Juan Cole skrivar:

 

Orðini, sum (Ahmadinejad) tá segði, eru, sum eg lesi tey, hesi: “Imamurin (Khomeini) segði, at hetta stýrið sum ræður í Jerusalem má (hvørva úr) tíðarinnar bók.” Ahmadinejad kom ikki við nakrari hóttan, hann tók uppaftur eina útsøgn hjá Khomeini og minti á, at palestinskt-vinarligir aktivistar í Iran áttu ikki at missa mótið – at valdið í Jerusalem var líka so lítið ein álhaldandi neyðsyn sum shahsins stjórnarvald hevði verið.

 

Við øðrum orðum: Ahmadinejad nevndi í síni útsøgn hvørki orðini “Ísrael”, “strika út” ella “landkort”. Og kortini hava vit lesarar, lurtarar og hyggjarar tey seinastu árini at kalla dagliga hoyrt, lisið ella sæð ført fram, at forsetin í Iran segði seg vilja “strika Ísrael av landkortinum”.

 

Taliban sigrandi

 

Hetta førir okkum natúrliga inn á eitt annað øki. Tá ið ein maður sum Ahmadinejad forseti ikki hevur hótt við at “strika Ísrael av landkortinum”, hvørjum endamáli tænir so ein slík leysasøga? Svarið upp á henda spurning er kanska samstundis ein lykil til at skilja lagnutungar hendingar í Miðeystri tey seinastu tjúgu árini.

Tað tykist í dag greitt, at Taliban stendur til kanska at vinna stríðið í Afghanistan. Sambært tí ógvuliga køna pakistanska rithøvundinum Ahmed Rashid (Sí hansara monumentala verk Descent into Chaos, Allen Lane, 2008) eru tríggjar høvuðsgrundir til hetta, í fyrsta lagi, at USA ikki av álvara hevur viljað lagt nakað arbeiði í tjóðarbygging, og í øðrum lagi, at Bush hevur loyvt Pakistan og sínum vini Pervez Musharraf í frið og náðum at hjálpa, vápna og endurreisa Taliban (og Al-Qaeda).

Triðja orsøkin til Talibans endurreisn er kríggið í Irak. Hesin bardagi kravdi so nógv vápn og so nógvar pengar og bant so nógva orku niður, at USA og Onglandi megnaðu ikki, saman við Europa, at byggja upp eitt haldgott og trygt fólkaræði í Afghanistan.

Men tá ið hetta kríggj var so óklókt, hví bleiv tað so ført og framt? Fáur heldur í dag, at hetta hevði nakað við demokrati at gera. Vanliga verður peikað á tvær høvuðsgrundir: (1) at tryggja USA vald á allari olju í heimsins ríkasta oljuumráði og (2) at tryggja Ísraels framtíð.

 

Tað nýggja imperiið

 

Men Jonathan Cook leggur í Israel and the Clash of Civilisations fram eina aðra hugsan. Ísraelskir heykar hava tey seinastu mongu árini havt eina ætlan um at fáa alt Miðeystur at detta sundur. Nakað veruligt ynski um, at palestinar skulu fáa sítt egna ríki, hevur ongantíð ligið á borðinum, uttan hjá eitt nú Rabin (sum av somu orsøk varð myrdur). Tvørturímóti hava hesir politikarar sett sær sum mál at búseta seg og fáa fult vald á vestara áarbakka, einum umræði, teir ikki eiga og ongan rætt hava til.

Fyri at tryggja, at hesin politikkur, fatandi um etniska útreinsan, morð á vanlig fólk og stuldur, kann fremjast ótálmað, er neyðugt, at alt Miðeystur verður syndrað, so at bara eitt sterkt ríki, eitt imperium, stendur eftir.

Talan er um eina grand strategy, har Miðeystur verður “ottomanniserað”, t.e. pettað sundur í smáar, veikar etniskar, ættarligar ella átrúnaðarligar eindir. Í hesum nýggja ríki fer Ísrael at hava sama vald og sama leiklut sum Turkaland hevði í tí gamla osmanniska ríkinum.

 

Fullfíggjað syndran

 

Nýafturhaldið rundan um Bush og heykarnir í Ísrael vóru samd um at fremja hesa ætlan. Hetta var ein orsøk til, at USA í 2003 fór í kríggj, uttan nakra skynsama orsøk, móti Irak.

Ætlanin hevur lukkast væl, tí Irak er longu syndrað í ein sunnimuslimskan, ein shiamuslimskan og ein kurdiskan part, og er annars alt ein blóðugur ruðuleiki. Heykanna grand strategy var eisini grundin til kríggið móti Libanon og er somuleiðis orsøkin til ætlanir um kríggj móti Sýria. Og hetta er tann sanna orsøkin til, at Ísrael so fegin vil draga USA upp í eina krossferð móti Iran.

Sum ein av ymiskum stuðlum undir síni meting nevnir Cook eitt essay frá 1982 eftir blaðmannin Oded Yinon, sum eitt skifti starvaðist í tí ísraelska uttanríkisráðnum. Yinon skrivar:

 

Ein fullfíggjað upploysing, har Libanon verður syndrað í fimm regionalar, staðbundnar stjórnir, er eitt fordømi fyri, at tað sama kann henda í øllum tí arabiska heiminum, haruppií Egyptalandi, Sýria, Irak og tí arabisku hálvoynni.

 

Um Iran skrivar Yinon, at helmingurin av iranum tosa persiskt, og at hin helvtin er turkar, í uppruna, tungumáli og lyndi. Sum heild er talan um eitt slag av meginætlan, sum skal fáa alt Miðeystur – Ísral undantikið – at detta saman sum eitt korthús.

 

Framtíðin

 

Hvat fer at vera av øllum hesum ætlanum, er ilt at spáa um. Men beint nú tykist slíkur ævintýrpolitikkur ikki at hava tíðarvindin við sær. Tann komandi stjórnin í USA tykist ætla at broyta kós og fara undir ein meira pragmatiskan Iran-politikk.

Hetta er lætt at skilja, tí tann hóttandi revolvara-framferðin hjá Bush er ein orsøk til, at Iran ikki hevur viljað tingast um sínar kjarnorkuætlanir. Í síni bók Treacherous Alliance (Yale University Press, 2007), tí higartil besta verkinum um iransk-ísraelsk viðurskiftir, førir Trita Parsi fram, at iranar eru ikki - sum ísraelskir heykar vilja vera við - fyrilitsleysir, men harafturímóti “rationellir” politiskir medleikarar. Niðurstøðan er, at einans tann diplomatiska tilgongdin kann kyrra ta hegemonialu kappingina millum Iran og Ísrael.

Í Ísrael hevur tann fyrrverandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, nú tikið annað skinn um bak. Í samrøðu við ísraelska blaðið Yedioth Ahronoth førdi hann fyri stuttum fram

 

(1) At palestinar eiga at fáa (at kalla) øll tey hertiknu økini aftur,

(2) At teir somuleiðis, við vissum sertreytum, eiga at fáa Jerusalem,

(3) At Sýria, aftur fyri ein friðarsáttmála, eigur at fáa Golan-heyggjarnar

og (4) At tað er stórlætisørskapur at fara í kríggj imóti Iran.

 

Hvussu víkir og vendir, noyðist ein í dag at seta spurnartekin við idealmyndina av vesturheimsins politikki í hesum illa plágaðu londum. Lond sum USA, Ongland og Ísrael hava í Miðeystri – umframt í 1953 at sløkkja tann bjartasta demokrati-kyndilin á hesum leiðum - íbirt ein hóp av kríggjum. Heldur enn fólkaræði hava tey slóðað fyri ruðuleika, harðræði, tjóðartýning, eyðræning av orkukeldum og ófatiligari líðing.