Ruðulleiki um Skopunarfjørð

Seinnapartin í dag hevur verið ógvuliga trupult hjá nógvum bileigarum at fáa bilin við sær við Teistanum í Sandoynna.

Seinnapartin í dag hevur verið ógvuliga trupult hjá nógvum bileigarum at fáa bilin við sær við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar.

 

Fólk, sum fóru úr Havn meira enn ein tíma fyri fráferð hjá Teistanum klokkan 15.50 í dag, sluppu ikki við, og tað restaði so ógvuliga nógv í eisini.

 

Tá Teistin gott og væl hevði loyst klokkan 15.50, stóðu umleið 28 bilar eftir á Gomlurætt.

 

Men, var tað trongligt á túrinum hjá Teistanum klokkan 15.50, var tað enn trengri á túrinum klokkan 17.20. Tá bildekkið var fult, og Teistin loysti, stóðu umleið 30 bilar eftir á Gomlurætt - ella upp í eitt heilt skip aftrat.

 

Men, tá var eingin túrur sambært ferðaætlanini aftur fyrr enn klokkan 20!

 

Persónbilaplássið á dekkinum á Teistanum er alt eftir, hvussu nógvir stórir bilar eru við, men eru bara persónbilar, tekur strandfaraskipið umleið 32 bilar.

 

So er spurningurin, um hetta eru nøktandi umstøður um Skopunarfjørð ein vanligan fríggjadag í 2017 - at 28 bilar fyrst standa eftir á einari rutu, og síðan 30 á teirri næstu.