Rubek trein inn á vígvøllin

Tað valevnið, ið fekk flestar minuttir á røðarapallinum í Norðulandahúsinum sunnukvøldið, var Rubek Lilaa úr Hinum Stuttliga Flokkinum. ? Eg umboði tann keðiliga vongin í okkara flokki, sigur Rubek

"Åh sum tað er deiligt at flenna". Soleiðis ljóðar eitt av sms-unum, sum Johan Dalsgaard, alias Johan í Kollafirði, fekk beint eftir fundin í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Tað er eisini tann kenslan, ið fleiri sita eftir við, tá mann hevur lurtað eftir teimum stuttligu viðmerkingunum frá teimum stuttligu valevnunum, ið vilja inn á okkara høgt virda ting.
? Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at vera við í hesum. Men eg haldi sjálvur, at eg umboði tann keðiliga vongin í okkara flokki, sigur Rubek Lilaa, sum mangan hevur tær meira seriøsu viðmerkingarnar hjá flokkinum í hesum valstríðnum. Tað eru tó viðmerkingar við broddi í.
Rubek var heilar fimm ferðir á røðarapallinum sunnukvøldið, og hann fekk tí sera gott høvi at gera vart við seg í endaspurtinum í hesum valstríðnum.

Úr skápinum
Hin Stuttligi Flokkurin er komin út úr skápinum sum ein vinstrasinnaður sjálvstýrisflokkur, sum tó ikki tekur undir við almennum stuðli til vinnulívið. Sosialurin fekk fatur á Rubek Lilaa og Johan Dalsgaard eftir fundin, og teir vóru væl nøgdir við sína framførslu.
? Okkurt evni høvdu vit lagt taktikk um áðrenn fundin, men tað mesta var ikki serliga planlagt. Um politikkur skal vera upprunaligur, má hann vera diktakfríur, sigur Rubek, eftir at hava fingið sær ein væl uppibornan royk aftanfyri leiktjaldið.
? Vit plaga at siga, at eg eri jørð, og at Johan er eldur. Soleiðis lýsir Rubek samanspælið millum teir báðar. Teir eru báðir samdir um grundsjónarmiðini hjá flokkinum og í mátanum, sum boðskapurin verður borðin fram uppá.
Rubek greiðir frá, at teir royna at raka ein breiðan skara av fólki. Trupulleikin hjá teimum er bert tann, at tað eru nógv, ið ikki skilja teirra humor og skemt.

Humor er hornasteinurin
? Humor er ein tilætlaður máti at vekja nakrar kenslur í fólki. Mann kundi skriva 40 tjúkkar, svartar bøkur fyri at greiða frá okkara politikki, sigur Rubek.
? Mann kann eisini siga tað við einum orði, men tað orðið er ikki uppfunnið enn, skoytir Johan í Kollafirði uppí. Hann er komin inn í dansistovuna í Norðurlandahúsinum, har vit eru staddir, og setir seg við klaverið at spæla ein góðan.
Rubek og Johan plagdu at lossa saman á keiini í Havn, tá teir vóru ungir. Síðani møttust teir aftur á Læraraskúlanum í Havn, har Rubek lærir til lærara og Johan til námsfrøðing (ella pedagog á vanligum talumáli).
? Har hava vit okkara egna filosofiska horn at kjakast í, sigur Rubek, ið stillar upp í Eysturoyar valdømi.

For keðiligt
? Tann einasti legali mátin at formidla politikk er tann keðiligi mátin. Vit vilja broyta hetta, sigur Rubek.
? Vit eru við fyri at sparka reyv. Tað hevði í veruleikanum verið feitt, um hetta als ikki var neyðugt, sigur oddamaðurin og stigtakarin til Hin Stuttliga Flokkin, Johan.
Millum tey meira álvarsomu politisku sjónarmiðini, sum Hin Stuttligi Flokkurin hevur ført fram í valstríðnum eru millum annað, at Føroyar skulu gerast til eitt valdømi.
Sandoyingar hava nevniliga ikki møguleika fyri at atkvøða fyri Hinum Stuttliga Flokkinum, tí at tað ikki eydnaðist at fáa nakað valevni í hesum valdøminum. Hetta heldur flokkurin vera sera órættvíst.
Eisini hava Johan og Rubek gjørt vart við, at eingin beinleiðis stuðul skal latast vinnulívinum. Ikki ein króna.

Ongar pengar til valstríð
Flokkurin fýlist eisini harðliga á, er, at ein nýggjur flokkur ikki kann fáa lut í pengunum til politiska upplýsing. Ella vilja teir, at eingin skal fáa nakran stuðul. Tað má vera líka fyri øll.
Hin Stuttligi flokkurin hevur sostatt ongar pengar at nýta í valstríðnum eins og hinir flokkarnir á tingi. Tað er nevniliga ikki fyrr enn ein flokkur sleppur á ting, at hann kann fáa ein part av hesum pengunum.
Eitt annað, sum Rubek millum annað gjørdi vart við í útvarpinum ein dagin var, at tann kristna siðalæran skal koma í aðru røð.
? Demokratiið skal sjálvandi koma í fremstu røð, sigur Rubek avgjørdur. Hetta er nakað, sum hann hevur fingið nógvar reaktiónir uppá. Summi hava verið rættiliga ørg inn á tað sjónarmiðið, at tann kristna siðalæran ikki skal vera tað fremsta grundarlagið undir samfelagnum.
Lítla løtu seinni kemur sjálvur løgmaður, Anfinn Kallsberg, inn at vaska sminkuna avaftur andlitinum. Og løgmaður var skjótur at heilsa uppá ta nýggju stjørnuna hetta kvøldið. Anfinn royndi eisini á ein skemtandi hátt at leggja eitt gott orð inn fyri seg og sín flokk um at fáa stuðul frá teimum stuttligu í komandi samgongusamráðinum.
? Um vit fáa eitt umboð inn á ting, so verið eg positivt yvirraskaður. Kunsturin er ikk at velja men at velja frá, sigur Rubek at enda.