Ruben Amorim hevur fingið fótin

Talan gjørdist um 14 mánaðir við róðrið

Mynd: Ritzau Scanpix

Manchester United skal aftur hava nýggjan høvuðsvenjara.

 

Portugisiski, Ruben Amorim sum bert hevur havt starvið í 14 mánaðir hevur fingið fótin. United er 18 stig aftanfyri oddaliðið í Premier League, Arsenal. Hetta boðar felagið frá í morgun.

 

Fyrrverandi leikarin, núverandi U18-venjarin, Darren Fletcher verður fyribils venjari komandi tíðina.

 

Amorim er høvuðsvenjarin við fægst sigrum síðani Sir Alex Ferguson legði frá sær í 2013. Amorim vann 36,9 prosent av dystunum.

 

15. plássið í Premier League í undanfarna kappingarári var ringasta endastøðan hjá United síðani 1974. Tapið fyri Tottenham í Europa League finaluni sveið eisini djúpt.

 

Mynd: Ritzau Scanpix