Linda Laksáfoss er dekoratørur og innrættingarráðgevi. Hon hevur lært hjá Idé-møblum og hevur nú egið virkið, sum vegleiðir fyritøkum og privatum í innrætting og at seta saman litir.
Linda sigur, at hon tók støðið í tí innbúgvi, sum familjan átti frammanundan. Soleiðis nýttist henni ikki at fara út at gera stórar nýggjar íløgur í innbúgv.
Songina, sum er gamal arvalutur, málaði Linda blanka og myntgrøna. Reolin, sum var ómálað fura, fekk eisini ein umgang við penslinum, og sær út sum nýggj.
Linda hevur málað gomlu 80ara kommoduna við blankari máling. Hon hevur dekuperað toy á síðurnar á kommoduni, málað handtøkini og lakkað tey aftaná.
Litfagra dukkulisan, sum prýðir veggin, er málað við magnetmáling, so hon samstundis kann brúkast til at festa myndir ella annað á.
Seingjarteppið hevur hon seymað í ymsum litum, og síðani hevur hon tikið støðið í nøkrum av teimum somu litunum í innrættingini.
Inni í ljósareyða seingar-himmalinum hevur Linda hongt lamineraðar myndir av familjuni hjá didduni, umframt eina ljósketu.