Rulla reyðan løbara út, gev teimum fast starv

Ung konufólk eru ein mangulvøra í Føroyum, men hóast tað, bjóða vit teimum bara tímalønt størv. Óluva í Gong er ørkymlað.

- Tað er ein óvani bæði í heilsuverkinum og í almannaverkinum, at man brúkar alt ov nógv tímalønt starvsfólk, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Hon heldur, at hesi fólkini eiga at fáa føst størv, sigur hon, tí størvini eru har.

 

- Hetta eru ung konufólk vit snakka um, og tey eru, sum øllum kunnugt, ein mangulvøra í Føroyum. Tað, sum ein eigur at gera við hesi fólkini, er at rulla ein reyðar løbara út og bjóða teimum til arbeiðis í fast starv beinanvegin, soleiðis at man knýtir tey til tann føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

Avleiðingin av, at fólk vera gangandi í tímaløntum starvi, heldur enn at fáa fast starv er, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum fækkast. Fólk fara av landinum ella taka aðrar útbúgvingar.

 

Óluva í Gong peikar á, at í framtíðini fara sjúkrarøktarfrøðingar at vera tey, sum bera heilsuverkið í stóran mun, tí vit hava longu nú trupulleikar við at fáa nokk av serlæknum til Føroyar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Óluvu í Gong.

 

Les eisini Eingi fólk til lívsneyðug størv í Føroyum 

 

Les eisini Rýma úr Føroyum at arbeiða fyri dupulta løn