Rullandi redaktiónin veksur

Umframt bilarnar telur rullandi flotin hjá Sosialinum nú eisini tveir skutarar

Fólk kring landið síggja javnan teir eyðkdendu svørtu bilarnar hjá Sosialinum, tá blaðfólk og myndamenn eru á vitjan á bygd. Og tað hendir ofta.

Eitt er, at Sosialurin hevur eina redaktión í Klaksvík, sum er mannað fast tveir dagar um vikuna, men umframt tað verður vitjað aðrastaðni í landinum.

Tað munnu vera fá støð í Føroyum, har tað er koyrandi, at svørtu Sosial-bilarnir ikki hava verið. Eisini á oyggjum sum Kallsoynni hevur Snoddi, sum er navnið á bussinum hjá Sosialinum, verið.

Sosialurin hevur ein blaðmann, sum í serligan mun tekur sær av bygdunum, og tað er Snorri Brend. Hann er fast í Klaksvík mikudag, men vitjar javnan serliga tær smærru bygdirnar so sum Norðdepil, Múla og Bø.

Snoddi er serliga væl egnaður til júst hetta brúkið, tí hann hevur borð aftanfyri forsetrini, og tí ber væl til at skriva á teldu har. Eisini ber til at senda á internetinum úr Snodda.

Sum nakað nýtt hevur Sosialurin eisini fingið tveir skutarar, sum eru sera væl egnaðir til styttri túrar í býnum – tá veðrið er til vildar.