Rumsfeld vísti til Biblíuna

Fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharrin Donald Rumsfeld vísti ofta til Bíbliuna, tá stjórnin hjá George W. Bush, forseta umrøddi Ísrael og viðurskiftini í Miðeystri Tað skrivar tíðarritið GQ, sum eisini veit at siga, at Rumsfeld plagdi at hava myndir av amerikonskum hermonnum við sær á fund í stjórnini, og at hann ofta skrivaði tekstir til myndirnar við beinleiðis tilvísing til Bíbliuna.

Frá vælvitandi keldum hevur GQ fingið at vita, at fleiri embætismenn í Bush-stjórnini vóru illa við av Bíbliu-nýtsluni hjá Rumsfeld, og at teir stúrdu fyri, at almenningurin skuldi fáa frænir av tí.

Eitt nú hevði tað verið óheppið, um tað kom fram, tá fjølmiðlarnir avdúkaðu fangaviðferðina í Abu Ghreib, skrivar GQ.