Runavíkin vinnur hjá teimum stóru

8-mannafari og 10-mannafari úr Runavík eru als ikki til at steðga í ár, tí bæði Heiðabáturin og Eysturoyingur hava vunnið allar sínar fimm róðrar í hesum kappingarárinum uttan at nøkur av hinum bátsmanningunum veruliga hevur hótt teir

Tað er eingin ivi um, at Runavíkin er sterkast í Føroyum, tá talan er um teir størstu bátarnar í okkara tjóðarítrótt, kappróðrinum. Undan Fjarðastevnuni høvdu bæði Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnið allar sínar róðrar, og sum kappingarárið hevur lagað seg var ikki væntandi, at nakar fór at megna at steðga teimum á Fjarðastevnuni.

Soleiðis bleiv heldur ikki hesaferð. Bæði Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnu sínar róðrar sannførandi, og einki er at ivast í, at málið hjá bæði Heiðabátinum og Eysturoyingi er at vinna allar sínar róðrar í hesum kappingarárinum.


Framtíðin hjá flaggskipinum tryggjað

Síðani Eysturoyingur bleiv bygdur fyri nøkrum árum síðani, hevur hann verið mest sum fastur fúsur í oddinum hjá 10-mannaførinum. Fleiri av árunum hevur hann vunnið meistaraheitið, meðan hann hini árini hevur verið væl við í FM-kappingini.

Í so máta hevur hetta kappingarárið ikki verið nakað undantak. Tað, sum tó er broytt í hesum kappingarárinum, er, at kappróðrarfelagið NSÍ hevur fingið eitt 8-mannafar, sum er blivið líka dominerandi í sínum bátaflokki, sum Eysturoyingur hevur verið tað hjá 10-mannaførunum.

Tað hevur ikki verið vanligt hjá kappróðrarfelagnum NSÍ at hava tvær so góðar manningar hjá bæði 8-mannaførunum og 10-mannaførunum, men hetta vísir, at arbeiða hjá felagnum við teimum stóru bátunum er tað rætta. Hetta er harafturat ein staðfesting av, at framtíðin hjá Eysturoyingi sær bjørt út. Tað er nevniliga neyvan nakar ivi um, at tá onkur av eldru monnunum umborð á Eysturoyingi gevast at rógva, so stendur eitt nýtt ættarlið av ungum og evnaríkum rógvarum klárir í bakgrundini at taka yvir umborð á flaggskipinum hjá runavíkingum.


Heiðabáturin fekk kapping

Í undanfarnu fýra róðrunum kann man lættliga siga, at Heiðabáturin og Eysturoyingur ikki hava fingið nakra serliga kapping, og hjá Eysturoyingi var tað sama galdandi á Fjarðastevnuni. Teir stutt og greitt hølvaðu Vestmenning av, og tískil var heldur eingin ivi hjá teimum hesu ferð.

Hjá Heiðabátinum gjørdist tó heldur meir spennandi, og avbjóðarin var heldur yvirraskandi Árnfirðingur, sum hevur víst støðuga framgongd síðstu róðrunum. Árnfirðingur fylgdi væl við Heiðabátinum, og tá 400 metrar vóru eftir, var bert ein skutur á muni.

Í endanum avgjørdi Heiðabáturin tó róðurin til egnan fyrimun, tá teir vunnu við einari bátslongd, men kanska teir kunnu vænta harðari kapping frá Árnfirðingi síðstu tveir róðrarnar. 


Úrslitini á Fjarðastevnuni vóru annars hesi:


5-mannafør dreingir:

Nr. Bátur Tíð

1 Sílið 05:32.18

2 Havfrúgvin 05:37.03

3 Jallurin 05:40.16

4 Tjaldrið 05:44.00

5 Drekin 05:45.04

6 Junkarin 05:46.21

7 Teistin 05:49.07

8 Blikur 06:06.19

9 Fípan Fagra 07:15.15


6-mannafør kvinnur:

Nr. Bátur Tíð

1 Jarnbardur 05:38.00

2 Lómur 05:57.17

3 Kollfirðingur 06:11.04


5-mannafør gentur:

Nr. Bátur Tíð

1 Hvassi 05:52.14

2 Drekin 05:53.21

3 Tambar 05:58.12

4 Blikur 06:08.22

5 Ørnin 06:17.23

6 Teistin 06:22.19



5-mannafør kvinnur:

Nr. Bátur Tíð

1 Sílið 05:32.02

2 Fípan Fagra 05:34.24

3 Ørnin 05:37.14

4 Frúgvin 05:37.20

5 Ritan 05:37.21

6 Teistin 05:47.23

7 Erla Kongsdóttir 05:51.03

8 Jallurin 05:59.07

9 Blikur 06:10.05


6-mannafør menn:

Nr. Bátur Tíð

1 Strálan 06:13.17

2 Sundabáturin 07:59.20

3 Tvørabáturin 08:05.12

4 Jarnbardur 08:18.15

5 Rádni 08:22.22

6 Lómur 08:26.08

7 Riddarin 08:41.18

8 Kollfirðingur 09:25.07



8-mannaførini:

Nr. Bátur Tíð

1 Heiðabáturin 07:25.11

2 Árnfirðingur 07:25.21

3 Argjabáturin 07:32.13

4 Ørvur 07:34.19

5 Knørrur 07:46.06


10-mannaførini:

Nr. Bátur Tíð

1 Eysturoyingur 09:43.13

2 Vestmenningur 09:58.22