Tað hevur verið meiri vanligt at NSÍ flytur niður í 2. deild hjá monnum enn upp í 2. deild, men leygardagin fluttu teir upp í næstbestu deildina.
NSÍ vann heili 7-0 á FS Vágum, og tað var samanlagt nóg mikið til at vinna kappingina um plássið í 2. deild.
FS Vágar var næstniðast í 2. deild meðan NSÍ var næstfremst í 3. deild, og sum skipanin áleggur skulu liðini spæla um eitt pláss í 2. deild.
Fyrri dysturin, sum var í Vágunum seinasta vikuskiftið, endaði við 4-1 sigri til FS Vágar, men álopssinnaða NSÍ-liðið rann vágamenn um koll í seinna dystinum
Longu tá helmingurin av dystinum var spældur, var NSÍ samanlagt frammanfyri.
Harry Knudsen legði NSÍ fram um tá 19 minuttir vóru farnir. Hann gjørdist leysur og var tryggur tá hann royndu seg.
Fimm minuttir seinni økti Petur Meinhard Jacobsen til 2-0, tá hann setti innlegg í kassan. Harry Knudsen gjørdi tað til 3-0 fýra minuttir fyri hálvleik, tá NSÍ?arnir tóku skjótt innkast, og beint fyri hálvleiki økti hann til 4-0, tá hann varð spældur leysur.
Í seinna hálvleiki helt NSÍ fram við álopssinnaða spælinum hóast teir høvdu lagt seg fram um. FS Vágar hevði einki at siga, og ikki fyrr enn móti endanum av dystinum fingu teir góðan kjans, tá NSÍ-málverjin fór fram til horna.
Búgvi Jacobsen skoraði til 5-0 í 58. minutti, og Martin Venned skoraði til 6-0 við langskoti í 64. minutti. Seinasta málið kom tríggjar minuttir fyri leiklok, og tað gjørdi Fróði við Rætt.
Samanlagt vann NSÍ sostatt uppflytingardystin, men hóast teir høvdu tapt hann, gjørdust vánirnar hjá FS Vágum fyri enn einum kappingarári í 2. deild nógv verri, tá 1. deildarliðið tapti fyrra dystin móti TB.
NSÍ skal næsta ár hava lið við í bæði 1. og 2. deild hjá monnum, og tað er aðru ferð at teir royna tað. Seinast var í 1994, men tað helt bert í eitt ár.
Kvinnurnar vunnu
NSÍ hevði annan týdningarmiklan dyst leygardagin, tí 2. deildarliðið við kvinnum, sum vann sína deild, skuldi spæla uppflytingardyst móti grannunum úr B68.
B68 vann fyrra dystin 4-2, men í seinna dystinum reisti NSÍ seg. Longu miðskeiðis í fyrra hálvleik hevði NSÍ javnað B68-leiðsluna við málum sum Elsebeth Hansen og Elinbjørg Hammer gjørdu.
Hjá B68 kom tað illa við, at Frida Andreasen noyddist at loysa skadda málverjan av og at Oddvá Olsen mátti gevast at spæla, tí hon varð skadd.
NSÍ trýsti fyri at vinna dystin, men tað endaði 2-0. Spældur varð síðani umdystur, men heldur ikki tá kom nakað mál.
Í brotssparkskappingini skutu liðini 9 skot, men bert einaferð fór bólturin í málið. Tað var tá Jonvør Hansen hjá NSÍ skjeyt, og tí vann NSÍ uppflytingardystin og skal spæla í 1. deild næsta kappingarár. Sumba og B68 fara úr 1. deild og niður í 2. deild.