Á rundferð í føroyskari mentan

Fyrsta Føroyakvøldið í ár var sum heild ein fín rundferð í føroyskari mentan í eini hóskandi javnvág millum tað lætta og tað listarliga


Fært tú gestir úr útlondum í summar, átti tú at tikið tey við í Sjónleikarahúsið til eitt av Føroyakvøldunum, sum eru á skánni fram til miðjan juli.

Har taka limir í Havnar Sjónleikarafelag yvir í ein lítlan tíma, har gestirnir sleppa við á eina rundferð í føroyskari mentan líka frá kvæðum og Kingo til Hanus Johansen og ein góðan føroyskan bita. 



Løtt ferð

Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Sjónleikarahúsið í gjárkvøldið til fyrsta Føroyakvøldið í summar.

Fjølbroytta skráin byrjaði við upplestri frá Glataðu spælimonnunum afturvið eini óvanliga hugtakandi myndarøð eftir Inga Joensen. Soleiðis var pallurin og huglagið sett til eina ferð gjøgnum føroyskan skaldskap, yrkingar, skjaldur, ramsur og tónleik, ið lættliga fluttu seg aftur og fram millum millum tað inniligt listarliga og tað meir lætta og fólksliga.

Ómakaleyt skiftu leikararnir millum enskt og danskt, meðan tey ymsu innsløgini uttan hóvasták foldaðu seg glíðandi út í eini nýggjari søgu ella enn einum sangi. Soleiðis bar eitt nú til at uppliva bæði inniligan Kingosálm, bersøgnar yrkingar hjá Jóanes Nielsen, eitt sjónleikabrot og eitt lítið manskór við Fagra Blóma næstan sum eina samanhangandi søgu. 



Føroyskur dansur og munnbiti

Aftaná framførsluna var farið upp á gólv. Mongu útlendsku gestirnir trinu fegnir við í dansin, har royndir dansarar úr Havnar Dansifelag syrgdu fyri góðum stevi, hóast nógv ongantíð høvdu roynt slíkt fyrr.

Úti í forhøllini bíðaði eitt leskiligt borð við føroyskum munnbitum av skerpikjøti, turrum fiski, spiki, turrari grind og øðrum, sum Oddvør Skarðhamar stóð á odda fyri.

Samanumtikið eitt sera hugnaligt kvøld, har tú sum føroyingur fekst nakrar eitt sindur øðrvísi útgávur av tí vælkenda, meðan útlendsku gestirnir sluppu at kaga inn í bæði tað listarliga og tað lætta føroyska lyndið.