Løgreglan stýrir í løtuni ferðsluni í Kollfjarðartunlinum, eftir at ein ruskbilur er steðgaður.
Orsøkin til, at ruskbilurin stendur í tunlinum er, at hann manglar dieselolju, tí okkurt er galið við dieselmátaranum hjá ruskbilinum.
Vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn sigur, at ein tangabilur er farin á staðið, har olja verður fylt á ruskbilin, og meðan hetta
verður gjørt stýrir løgreglan ferðsluni.
Væntast kann, at viðurskiftini í tunlinum koma í rætt lag skjótast.