Russar leypa á Avdijivka við nógvum herfólki

Støðan í Avdijivka er ógvuliga trupul, og russar hava í støðum brotið ígjønum ukrainskar verjuskansar. Eingin bygningur í býnum er heilur.

 

Sambært tíðindastovuni AFP leypa russar í dag á býin, Avdijivka, har eystur í Ukraia, við nógvum herfólki.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Vitalij Barabasj.

- Tíverri trýstir fíggindin úr øllum ættum, og tað er ikki friðarligt nakrastaðni í býnum. Teir leypa á okkum við ógvuliga nógvum herfólki, sigur borgarstjórin.

 

Støðan í Avdijivka er ógvuliga trupul, og russar hava í støðum brotið ígjønum ukrainskar verjuskansar.

 

Býurin, sum liggur umleið fimm kilometrar frá Donetsk býi, hevur í meira enn fýra mánaðir áhaldandi verið álopin av russum, og eingin bygningur í býnum er heilur.

 

AFP tíðindastovan veit at siga, at russiskar herdeildir næstan hava kringsett allan býin.

 

- Eydnast tað russisku deildunum at taka býin, verður hetta eitt undantak, nú skjótt tvey ár eftir, at Russland leyp á Ukraina, skriva útlendskar tíðindastovur.

 

Sambært borgarstjóranum, Vitalij Barabasj, eru færri enn 950 fólk eftir í Avdijivka, men fyri russisku innrásina hin 24. februar í 2022 búðu umleið 33.000 fólk í býnum.