Russi mundi gjørt av við Smyril

Tað var um reppið, at Smyril rendi saman við einum russiskum trolara beint út fyri molan í Havn týsmorgunin

 

Tað var maskinorkuni og skjóta atburði skiparans fyri at takka, at túrurin við Smyrli av Drelnesi til Havnar týsmorgunin ikki endaði við einari vanlukku.

Tá Smyril nærkaðist Molanum við 72 ferðafólkum umborð og skuldi til at sneiða inn um, kom brádliga ein russiskur trolari undan Norrönu, sum lá ytst við Molan. Trolarin sneiddi beint út fyri Smyril, sum enn hevði nógva ferð á.

? Eg gjørdist ógvuliga kløkkur, tá eg sá russiska trolaran. Støðan var álvarsom, og gjørdi eg tí av at sláa bakk og snara beinan vegin, greiðir Pauli Larsen, skipari á Smyrli, frá.

Pauli Larsen metir, at fjarstøðan millum Smyril og russiska trolaran var umleið 300 metrar, tá hann sló bakk.

? Tað tekur tó eina løtu, frá tí, at tú slært bakk, til eitt skip fer at bakka. Men tíbetur hevur Smyril góða maskinorku, og tí eydnaðist tað okkum at koma undan, sigur Pauli Larsen.

Var Smyril komin longur inn, áðrenn skiparin uppdagaði russiska trolaran, var tó ikki vist, at tað hevði eydnast at bakka og sneitt undan. Smyril hevði tá verið so nær grótkastinum, at vandi hevði verið fyri, at valið hevði staðið ímillum at rent saman við trolaranum ella inn í grótkastið.

Men hóast tað hevði eydnast Smyrli at steðga, roknar Pauli Larsen ikki við, at russiski trolarin hevði havt nóg stóra maskinorku til at steðga, og tí hevði hann helst rent inn í síðuna á Smyrli.


Boða ikki frá

Smyril hevur stóran skund, tá hann kemur úr Suðuroynni um morgnarnar. Umborð eru fólk, sum skulu náa flogrutuna, og harafturat eisini fólk, sum skulu skunda sær til arbeiðis í Havn ella nærhendis.

Pauli Larsen, skipari á Smyrli, sigur, at vanligt er í havnum uttanlands, at havnarskrivstovan syrgir fyri, at ferðamannaskip og ferjur ikki verða tarnað av ferðslu, sum annars kann bíða. Havnarskrivstovurnar kenna ferðaætlanirnar hjá ferjunum, og tí syrgja tær fyri, at virksemið í sjálvari havnini er minst møguligt, júst tá ferjur koma og fara.

Á havnarskrivstovuni í Havn kenna tey eisini ferðaætlanina hjá Smyrli og hinum ferjunum hjá Strandfaraskipum Landsins. Men Pauli Larsen sigur, at tað kortini javnan kemur fyri, at Smyril fær trupulleikar av, at skip verða send beint út fyri hann.

? Tað hendir javnan, tá vit skulu fara frá bryggju, at skip nærhendis fáa loyvi at loysa samstundis og tí sigla beint fyri okkum. Tá er tað gott, at Smyril hevur so góða maskinorku og er so lættur at snara, sum hann er, sigur Pauli Larsen.

Skiparin á Smyrli sigur, at Strandfaraskip Landsins fleiri ferðir hava gjørt havnarskrivstovuni vart við trupulleikan, men at hetta kortini ikki hjálpir.

? Havnarskrivstovan eigur at stýra ferðsluni í havnini. Men hesa uppgávuna røkir hon ikki nóg væl. Tí eru viðurskiftini í Tórshavnar Havn heldur ikki nóg trygg, sigur Pauli Larsen, skipari á Smyrli.

Í hesum sambandi vísir Pauli Larsen á tilburðin miðskeiðis í sekstiárunum, tá strandfaraskipini Ternan og Ritan rendu saman og Ritan sakk. Tá vóru umstøðurnar líknandi teimum týsmorgunin.

Sosialurin hevur roynt at fingið fatur á vakthavandi hjá Tórshavnar Havn, men hesin hevur onga viðmerking.