Dagfinn Olsen
Ferðin í Føroyum var ógloymandi fyri russisku børnini. Og somuleiðis fyri føroysku vertirnar.
- Fyri fáum árum síðani vitjaðu børn úr Russlandi í Føroyum. Ferðin kom í lag, eftir at ein fuglfirðingur hevði sæð tey dansa í Danmark. Hann ynskti, at tey skuldu koma til Føroya at dansa. Hann setti seg í samband við Mads Winther, lim í Dansifrøi, greiðir Erling Jørgensen frá.
Erling Jørgensen ringdi vegna Dansifrøi til garðin Dines Mindes Venner, ið hvørt ár bjóðar russisku børnunum at halda summarfrí í Danmark. Hesi sendu eina sjónbandaupptøku til Føroya.
- Og so var eg seldur, sigur Erling.
Eini 40 børn millum 8 og 17 ár komu til Føroya, umframt 10 vaksin. Og hetta gjørdist ógloymandi fyri allar partar. Framúr dansarar á vitjan og gestirnir fingu ógloymandi upplivingar.
- Russisku børnini siga takk fyri ógloymandi dagar í Føroyum og Dansifrøi møtti stórari vælvild í Føroyum í samband við at fyriskipa ferðina og vit takka limum, fyritøkum og einstaklingum, sigur Erling Jørgensen, ið fegin minnist aftur á hesa vitjan.