Norðuramerikanska loftverjuskipanin Norad visti í gjárkvøldið at siga, at tey høvdu staðfest fleiri russisk hernaðarflogfør út fyri strondini í amerikanska statinum, Alaska.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Sum skilst, var hetta í loftrúmi, har staturin krevur, at fremmand flogfør hava fráboðanarskyldu og skulu lata seg eyðmerkja.
Norðuramerikanska loftverjuskipanin svaraði aftur og sendi jagaraflogfør avstað at avlurta og fylgja russisku flogførunum út.
Reuters veit sambært Norad at siga, at russisku hernaðarflogførini vóru í altjóða loftrúmi og komu ongantíð inn í amerikanskt ella kanadiskt loftrúm.










