Russland hevur givið loyvi til, at ein slag av oljutangaskipum kunnu sigla gjøgnum norðara sjóvegin hjá Russlandi gjøgnum arktisku havleiðina til Asia.
Talan er um skip, sum ikki eru í sonevndum ísflokki, tá tey ikki eru bygd til at klára seg í viðurskiftum í arktisku leiðunum.
Tað merkir, at skipið ikki eru styrkt ímóti ísfjøllum í botninum.
Tað skrivar Financial Times.
Og avgerðin hevur vakt stúran fyri, at vandin fyri oljudálking í havinum økist, um skipini fáa skaða á túrinum.
Tað sigur Charlie Kronick, sum er ráðgevi hjá umhvørvisfelagsskapinum Green Peaceí Bretlandi, við blaðið.
– Havísur er ikki til at rokna út, og ruturinar eru ógvuliga truplar at halda opnar, sigur hann.
– At brúka tangaskip, sum ikki eru í ísflokkinum, ger tað longu til ein stóran vanda fyri óhappi enn størri.
Góðkenningin av tangaskipunum kemur, eftir at revsitlitøk frá vesturheiminum ímóti Russlandi og innflutningi av russiskari olju hevur gjørt tað truplari hjá Russlandi at fáa olju sína á marknaðin.
Russland hevur seinasta árið gjørt størri nýtslu av norðaru farleiðini í arktiska økinum, sum ger rutuna til Kina stytri.
Tað heitara veðurlagið hevur gjørt, at tað nú ber til at nýta rutuna um summarið, sum er munandi skjótari enn vanliga leiðin gjøgnum Suez-veitina.
Ein vanlig ferð úr russiska býum Primorsk við landnyrðingsstornd Russlands til Kina gjøgnum Suez-veitina tekur umleið 45 dagar. Við at nýta norðaru sjóleiðina tekur túrurin til Kina 35 dagar.
Í 2022 var tað bara eitt tangaskip – tað sterkt bygda »Vasili Dinkov« – sum nýta farleiðina ivð russiskari olju til Kina. Í 2023 hava tíggju skip, øll í ísflokkinum, siglt ímóti Kina tann vegin, skrivar Financial Times.
Shippingserfrøðingar siga við blaðið, at tey ikki-ístryggjaðu tangaskipini í teoriini væl kunnu sigla norðanfyri í september og oktober, tá ísurin er upp á tað tunnasta eftir heitu summarmánaðirnar.
Men teir leggja dent á, at tað enn er stórur vandi við leiðini, tá ísflakar kunnu kringseta farið og kunnu, um ill vil til, knúsa skrokkin.
/ritzau/