Russland meint rakt undir seinna heimsbardaga

Seinni heimsbardagi var eitt ræðuligt kapittul í mannasøguna. Russland var sera meint rakt. Í 1942 legði týskurin á Leningrad – sum býurin tá kallaðist – Saman við Finnum kringsettu teir býin og eftir serboðum frá Hitler skuldu hansara hermegi týna alt lív í býnum. 

Russar vardu seg manniliga í 900 dagar. Ladoga sjógvurin frysti til so tað bar til at koyra mat og vápin til kringsetta Leningrad. Kortini doyði sløk 1.5 million civil – kvinnur og børn – av hungri og svølti og týskum bumbum og granatum. Í ár eru 75 ár síðini russar megnaðu at vinna á týskinum og bróta blokaduna. 

##med2##

Hetta hevur verið hátíðarliðdið víða og í St. Pætursborg vóru nógv ymisk minningarhald rumt um í býnum – frælsisdagurin verður hildin 27. januar, og var nógv ymiskt í býarmyndini at síggja sum minti á henda dagin.

Sendinevndin úr Klaksvik var við til fleiri av hesum minnisløtum og fingu innlit í hesa dapru søguna, sum enn ídag livir millum fólkið í St. Petersborg og setur sín dám á folkið í dag, og hvussu tey virðismeta lívið og mentan.

Vitjað varð m.a. inni á stóra savninum sum er um kringsetuna. Her legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri blómur og skrivað samkenslukvøða í kondolencubókina.

 ##med3##

Stalin

Fyri nógvar russar var kríggið tó ikki av fyrr enn í 1953, tá ið Stalin doyðið, tí hann ruddaði nógva av sínum egna fólki av vegnum. Undan krígnum í 1941 hevði Stalin tikið nógv fólk av døgum – politisk mótstøðufólk, miliónir av civilum og herurin misti 36.700 offiserar, so tá ið Týskland leyp á í 1941, var stórt trot á dugnaligum herleiðarum.

##med4##

Eftir kríggið hildu útreinsingarnar fram. M.a. bleiv fyrsti leiðarin á krígssavninum tikin av døgum, tí hildi var best at tiga søguna burtur. So fyri fleiri var endin á sváru tíðini ikki av, fyrr enn við endan av Stalin.

##med5##

##med6##

##med7##

##med10##

##med8##