Seinastuárini hevur russiski leiðarin tikið lut á toppfundinum hjá tí sonevnda G8-bólkinum, sum umfatar USA, Bretland, Kanada, Frakland, Týskland, Japan, Italia og Russland. Men í veruleikanum hevur Russland bert havt eitt slag av einum B-limaskapi, tí í tí sonevnda G7-bólkinum, sum telur tey ríkastu londini í heiminum, hevur Russland ikki havt limaskap.
Men tað hevur landið nú fingið.
Í einari felags kunngerð frá toppfundinum í Kanada stendur, at heimurin er broyttur, og at Russland hevur víst bæði vilja og evni til at virka við til at loysa teir trupulleikar, sum heimurin hevur. Tí hevur landið nú fingið limaskap javnbjóðis hinum limalondunum.
Miðeystur
Sum væntað fekk ófriðurin í Miðeystri drúgva umrøðu á G8-fundinum. Har kom fram, at hinir leiðararnir taka ikki undir við kravinum hjá amerikansku stjórnini um, atYasser Arafat skal frá sum palestinskur leiðari.
Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, segði seg taka undir við amerikansku stjórnini í, at Arafat hevur ikki gjørt nóg mikið fyri at steðga harðskapinum, men hann legði afturat, at bretska stjórnin styðjar ikki kravið um, at Arafat skal frá. Franski forsetin, Jacques Chirac, gjørdi greitt, at tað eru palestinar einsamallir, sum gera av, hvør er teirra leiðari.
Á toppfundinum samdust tey átta londini um at strika ein part av skuldini hjá teimum fátækastu londunum í heiminum. Men treytin er, at londini fremja umfatandi búskaparligar og politiskar nýskipanir.