Russland: Telegram ein hóttan móti landsins trygd

Russiska trygdartænastan heldur uppá, at boðtænastan fleiri ferðir hevur sett lívið hjá russiskum herfólki í vanda

Russiska trygdartænastan (FSB) kallar umtóktu boðtænastuna, Telegram, eina hóttan móti landsins trygd.

 

Telegram verður brúkt av milliónum av russum - og eisini av russiskum herfólki á hermótinum í Ukraina.

 

Trygdartænastan heldur uppá, at boðtænastan fleiri ferðir hevur sett lívið hjá russiskum herfólki í vanda.

 

Fyri nógvar russar er boðtænastan týdningarmesta tænastan at fáa óheftar upplýsingar.

 

- Nú verður stúrt fyri, at russiskir myndugleikar fara at banna nýtslu av Telegram, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.