Ruth Vang skal í sóttarhald

Tá Løgtingið í morgin fer undir fyrstu viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 verður tað uttan framsøgukvinnuna í fíggjarmálum hjá Framsókn, Ruth Vang, sum eisini er fyrrverandi forkvinna í fíggjarnevndini.

Orsøkin er, at Ruth Vang skal í sóttarhald, tí hon hevur verið í samband við persón, sum er staðfestur positivur við koronu.

– Eg veit ikki reiðiliga, hvussu leingi eg skal vera sóttarhaldi, men eg skal kannast í morgin, sigur Ruth Vang.

Hon hevur ikki verið í sambandi við landslæknan og veit tí ikki, um talan er um tvungið sóttarhald. Men greitt er, at hon verður ikki á tingfundi í morgin.

Næsta fólk á listanum hjá Framsókn er Hanna Jensen í Gøtu, sum helst møtir fyri Ruth Vang á tingfundinum í morgin.