Fótbóltsferð
Tá Todi Jónsson og FCK gjørdist danskir meistarar í fjør, vóru hópin av føroyingum í Parkini. Atlantsflog hevði tá skipað fyri eini ferð til endamálið, og undirtøkan fyri hesum var so miki stór, at fleiri máttu setast eftir, tí tey vóru ov sein á sjóvarfallinum.
Todi, Brøndby og TV2
Fleiri tekin eru nú um, at felagið hjá Toda Jónsson er í ferð við at toga seg inn á oddaliðið og arvafíggindan úr Brøndby, og tað líkist einum avgerandi dysti, tá hesi bæði liðini tørna saman á danska tjóðarvøllinum hin 14. mai.
Saman við Sosialinum fer Atlantic Airways tá at skipa fyri ferð til Keypmannahavnar, og umframt sjálvan fótbóltsdystin, eru eisini fleiri onnur tilboð á skránni. Eitt nú verður talan um eina rundvísing í Parkini, har Todi Jónsson fer at greiða frá umstøðunum hjá felagnum, og hartil verður ein stór rock-konsert í Fælledparken um sama mundi, har millum annað TV2 verður , og við at keypa ein pakka av atgongumerkjum, ber til at fáa avsláttur til bæði hetta og til fótbóltsdystin.
Geva kundanum tað rætta
Kent Christensen, sum er marknaðarleiðari hjá Atlatic Airways, sigur um tiltakið, at hetta við at skipa fyri fótbóltsferðum ikki er nakað nýtt í sjálvum sær.
- Vit skipaðu jú fyri ferð til dystin millum FCK og Brøndby í fjør, og tá landsliðið spælir uttanlands, eru aloftast nógvir áskoðarar við í ferðalagnum. Tað vísur seg, at hetta er nakað, sum hevur undirtøku millum fólk, og tí vóna vit nú, at kunna fáa hetta í eina fastari legu.
- Tað nýtist heldur ikki bara at vera dystir hjá FCK ella hjá øðrum feløgum, har føroyingar spæla. Tað kann eins væl gerast talan um ferðir til London ella Aberdeen, har tað er gjørligt at síggja stórdystir. Í so máta eru tað ikki nøkur serlig mørk, sum gera av, hvat vit kunnu og hvat vit ikki kunnu gera.
Spurdur, um tað annars eru aðrar ørsøkir til, at flogfelagið nú fer at leggja seg meira eftir slíkum ferðum, sigur marknaðarleiðarin, at tað fyri tey ræður um at bjóða fólki tað, sum tey hava áhuga fyri.
- Tá vit royna at víðka um virksemið, so mugu vit geva fólki nakað, sum tey kenna lokkandi. Tað kann vera ein vikuskiftisferð í Keypmannahavn, ein ferð í Tivoli, vitjan á fínari matstouv uttanlands. Fólk vilja jú fyrst og fremst keypa nakað, sum hevur teirra áhuga, og tað vísur seg so, at fótbóltur eisini er ímillum hesi.
- Eg vil tó enn einaferð siga, at hetta ikki er nakað spildurnýtt. Vit hava áður skipa fyri ferðum, tá onkur serstøk hending er á skránni. Eitt nú konsertir við stórum nøvnum, boksidytsin millum Brian Nielsen og Mike Tyson og so framvegis. Tað grundleggjandi fyri okkum er at geva kundanum tað, sum tey vilja hava, og tað vóna vit eisini at vit gera við hesum, sigur Kent Christensen at enda.