Fyri nøkrum árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur út Heimur okkara, ein alfrøði í tveimum bindum, sum í lættlesiligum teksti greiðir frá bæði líkum og ólíkum.
Tær bøkurnar vóru upprunaliga enskar, men týddar og tilpassaðar føroyskum viðurskiftum soleiðis at føroyingar - og serliga føroysk børn - kunnu brúka tær sum uppslagsbøkur.
Hesar bøkur hava fingið sera góða undirtøku og standa, so at siga, í hvørjari hyll í Føroyum í dag.
Og tað hevur óivað givið Skúlabókagrunninum mót upp á at royna við eini nýggjari útgávu av nøkunlunda samanslag.
Hesaferð eitur bókin Søgualfrøðin og hon er ein gjøgnumgongd av allari heimssøguni.
Tá bókin »bert« er 400 blaðsíður, so sigur tað seg sjálvt, at tað ber ikki til at fara í dýpdina við øllum frágreiðingunum, men harafturímóti eru nógvar myndir í bókini og tær gera sítt til, at frágreiðingarnar verða lættar at skilja.
Sum fyrr nevnt, er teksturin í hesum slagi av bókum lættur at lesa og uppsetingin er eisini góð. Skiftandi við myndum og teksti, sum ger at bókin er spennandi.
Forkunnug bók
Bókin er bygd upp á í kapittlum. 20 eru teir í tali og teir umfata hvør sítt tíðarskeið.
Allarfremst er ein frágreiðing um hvussu tú nýtir bókina og tað ger hana bara uppaftur betri.
Aftast í bókini, aftaná kapittlarnar er eitt søguyvirlit, sum í sera stuttum orðingum tekur aftur í aftur heimssøguna.
Eisini er eitt stutt yvirlit yvir Føroya søgu í teksti. Hóast stutt, so er tað greitt og gott. Minst verður gjørt við gomlu søguna, meðan meira verður gjørt burtur úr nútíðini og her er pláss fyri vánaliga búskapinum fyri nøkrum árum síðani og fyri løgtingsvalinum í 1994.
Bókin er eisini býtt sundur í øki, sum eru skipa eftir heimspørtunum, við onkrum samanleggingum.
Sum nevnt, verður nógv gjørt við myndir í bókini, samstundis sum hon er greina sundur í tíðarskeið. Ikki er altíð so lætt at halda skil á í hvørjum tíðarskeiði ein ferðast í, men her hevur bókin eina tíðarás niðast á hvørji síðu og henda tíðarás byrjar umleið 40.000 ár fyri Kristi føðing og endar í okkara tíð.
Gløgt at gera slíkt, tí, sum nevnt er ikki altíð so lætt hjá øllum at halda skil á hvar ein er staddur í søguni.
Lopini í árunum eru størst í byrjanini, men frá 16. øld er hvørt lopið ein øld.
Tað er einki at ivast í at hetta er ein bók, sum øll kunnu fáa gleði av. Bókin kostar 390 krónur, men so skal eisini takast uppaftur, at hon er 400 blaðsíður.
Søgualfrøðin er at fáatil keyps í øllum bókahandlum.