Súkklað úr Shanghai til Kunming

Aksel Haraldsen og Martin Breum fara í morgin at geva eina livandi frásøgn frá einum 3000 kilometra langum túri við súkklu gjøgnum Kina. Framløgan verður í Miðlahúsinum klokkan 17, og fara teir báðir tá at vísa myndir og at greiða frá um Kina sum land, infrastrukturin, mentanina og hvussu teir hava upplivað landið.

Ferðin byrjaði í mars mánaði, og ferðaðust teir heilar 3000 kilometrar, 2400 kilometrar á súkklu og 600 við toki og bili, gjøgnum tveir mánaðir, úr Shanghai til Kunming, sum er landspartahøvuðsstaður í útsynningspartinum av Kina, niður móti Myanmar.

Við á ferðini hava teir allir havt digitalt myndatól, og saman við ferðafrásøgnini fara teir í morgin at vísa hópin av áhugaverdum myndum frá túrinum.

Framløgan verður í Miðlahúsinum í morgin, leygardagin 7. november, klokkan 17.