Sóknast eftir íleggjarum

Grønlendska námsvinnufelagið Nuna Minerals sóknast eftir fleiri íleggjarum. Felagið hevur gjørt stórar íløgur tey seinastu árini, og aðrar stórar íløgur standa fyri framman. Í einari roynd at fáa fatur á nýggjum íleggjarum skipar Nuna Minerals fyri einum kunnandi fundi í Kyepmannahavn hósdagin, har felagið fer at greiða frá sínum ætlanum. Nuna Minerals hevur sett sær sum mál at sleppa á eina altjóða virðisbrævaskráseting fyri námsvinnufeløg.