Gallakvøld
Tað hevur verið fastur siður seinnu árini, at hondbóltsárið verður endað við stórum gallakvøldið. Soleiðis var eisini í ár, og hesa ferð var tað follið Kyndli í lut at skipa fyri kvøldinum.
Hetta gekk fyri seg á Platform í Havn, og hópur av íðkarum úr ymsu ítróttafeløgunum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu hetta kvøldið, soleiðis at takast kundi saman um árið undir meira óformligum umstøðum enn tær, sum annars eru galdandi á vøllinum.
19 ár og bestur
Hæddarpunktið á kvøldinum var sjálvandi handanin av ymsum steypunum sum tekin um, hvørji høvdu staðið seg best farna árið. Umframt at toppskjúttarnir fingu steyp fyri síni avrik, høvdu leikarar í ymsu feløgunum eisini atkvøtt fyri, hvønn tey hildu vera bestan á ymsum plássum.
Ikki minst tóktist spenningurin vera stórur um, hvør skuldi fáa heitið sum ársins leikari hjá ávíkavist kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum gjørdist tað hesa ferð Sóley Mikkelsen, sum sostatt er tann fyrsta, sum fær hetta heitið tvær ferðír. Hon vann eisini hetta heitið fyri tveimum árum síðani.
Hjá monnunum vóru ivaleyst fleiri um boðið, men tá alt kom til stykkis, var tað ein av teimum heilt ungu, sum fekk heiðurin. Sveinur Justinussen fekk í fjørð heitið sum ársins stjørnuskot, og í ár varð hetta so uppgraderað til ársins leikara, og tað man ikki vera eiti á heiður at fáa hjá einum somikið ungum leikara. Bert 19 ára gamal skuldi hann í øllum førum átt nógv góð hondbóltsár eftir, so neyvan er tað seinasta ferðin, at hann er farin á pallin eftir hesum steypinum.
Stjørnuskot úr Neistanum
Spenningurin um stjørnuskotini plagar vanliga eisini at vera stórur, og her lagaði tað seg soleiðis, at talan í báðum førum gjørdist um vongspælarar hjá Neistanum. Ragnar Stakksund hevur í ár veruliga sannført um, at hann eigur at teljast millum bestu vongspælarar í landinum, og tað sama hevur kvika Lív Sørensen gjørt á kvinnusíðuni.
Útlendingar vórðu aftur í ár bestu føroysku venjararnir, og vórðu tað ikki óvæntað teir báðir gullvinnararnir, Aivaras Daugis úr VB og Costin Dumitrescu úr StÍF, sum fingu hendan heiðurin.
Á verjusíðuni fekk Sóley Mikkelsen umframt heitið sum ársins leikari eisini heiðurin sum besti verjuleikarin, meðan tað hjá monnunum stóð á jøvnum millum Finnur Hansson og Hans Áka Dal-Christiansen, sum báðir hava verið við Kyndli í vetur. Steypini í álopspartinum vórðu latin til tey bæði, sum eisini vóru bestu málskjúttarnir í kappingini. Nevnliga Daivu og Dragisa.
Málverjarnir, sum vórðu mettir sum tey bestu, vóru greipuvinnandi Daiva Ylaite úr VB og Johan Danielsen hjá Kyndli, sum var meistari fyri steypasigrinum í ár.
Og at enda vórðu ársins dómarar so eisini avdúkaðir. Her gjørdist talan aftur í ár um steyp til Hannis Wardum. Í fjør fekk hann hendan heiðurin saman við beiggjanum, Una Wardum, men í ár dømdi hann saman við Eyðuni Samuelsen, og eftir øllum at døma hevur hetta ikki gingið minni væl.
Tað kann væl vera, at onkur vildi havt býtið av ymsu steypini nakað øðrvísi, men hvussu er og ikki, so setti gallakvøldið enn einaferð eitt bæði virðiligt og hugnaligt punktum fyri kappingarárið. Og lítið er at ivast í, at tey flestu av teimum møttu eisini teljast millum teirra, sum aftur tørna út fyri feløg síni til komandi kappingarár.
Gallakvøld 2003
Ársins venjarar
kvinnur: Aivaras Daugis, VB
menn: Costin Dumitrescu, StÍF
Ársins verjuleikari
kvinnur: Sóley Mikkelsen, VÍF
menn: Finnur Hansson & Hans Áki Dal-Christiansen, báðir úr Kyndli
Ársins áleypari
kvinnur: Daiva Toumaite, VB
menn: Dragisa Stojovic, Tjaldur
Ársins málverji
kvinnur: Daiva Ylaite, VB
menn: Johan Danielsen, Kyndil
Ársins Stjørnuskot
kvinnur: Lív Sørensen, Neistin
menn: Ragnar Stakksund, Neistin
Ársins leikari
kvinnur: Sóley Mikkelsen, VÍF
menn: Sveinur Justinussen, StÍF
Ársins dómarar
Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen, Kyndil
Ársins toppskjútti
kvinnur: Daiva Toumaite, VB
menn: Dragisa Stojovic, Tjaldur