Tilmeldingin kann gerast við at ringja tlf. 310917 áðrenn mánadagin 21. september kl. 17.00.
Marko ?98, letur upp fríggjadagin 25. september kl. 17. Fríggjakvøldið er skráin ikki so umfatandi sum leygardagin og sunnudagin, men vitjandi hava ístaðin eitt gott høvi at hyggja seg um og møguliga keypa sær okkurt leskilig í café?ini, sum hevur opið meðan Marko ?98 hevur opið. Leygardagin letur Marko ?98 upp kl. 15.00. Kl. 15.30 setir Kristian á Neystabø, fyrrverandi formaður hjá B36 stevnuna. Leygardagin og sunnudagin eru mótasýningar kl. 16.00 og 20.00. Til mótasýningarnar verða, umframt luttakarar á Marko ?98, eisini handlar, sum ikki luttaka á Marko ?98. Umframt mótasýningarnar, er eisini ein rúgva av øðrum undirhaldi - bæði til til yngru og til tey eldru - á skránni Leygardagin og sunnudagin er undirhald á pallinum frá kl. 17.00 og hvønn heilan tíma meðan opið er.
Millum undirhaldararnar eru Karl Martin Samuelsen, sum fer at syngja barnasangir, ársins songrødd ´97 Eyðvør Pálsdóttir, Magni Christiansen, Jens Marni og Signar úr Kjølum, Kim Hansen, Kári Sverrisson, Hanus Johansen, Lena og Niklas og møguliga onkur annar.
Frásøgumaður allar dagarnar verður James Olsen.
Tey vitjandi hava møguleikan at kjósa vakrasta básin á Marko ?98. Saman við keyptum atgongumerki, verður latin ein atkvøðuseðil, har tey vitjandi kunnu atkvøðu um, hvønn bás tey halda verða tann vakrasti. Sunnukvøldið kl. 21.55, verður avdúkað, hvør fær heiðurin at verða vakrasti básur á Marko ?98. Atgongumerkini leygardagin og sunnudagin til Marko ?98 eru lutaseðil, har drigið verður um vinningar, sum luttakandi handlarnir og fyritøkurnar hava latið. Drigið verður millum seldu atgongumerkini beint eftir mótasýningina leygarkvøldið og stóru »gallasýningina« sunnukvøldið, tá lutaseðlarnir, sum B36 selur í samband við Marko ´98, eisini verða drignir. 13 vinningar eru á hesum lutaseðlunum, og høvuðsvinningurin er eitt gávukort á 5.000,00 frá Miklagarði. Lutaseðlarnir kosta kr. 10,- og verða teir seldir kring landið umframt í ítróttarhøllini á Hálsi meðan Marko ´98 hevur opið. Marko ´98 hevur opið fríggjadagin frá kl. 17.00-22.00. Leygardagin og sunnudagin frá kl. 15.00-22.00.