Barnaansing er, sum øllum kunnugt, eitt kommunalt málsøki, so hetta ørkymlar at hoyra, at landið nú skal fíggja kommunalar uppgávur. Hvar fór tað greiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunu?
Tað sum ørkymlar enn meira er, at nú ger landsstýrismaðurin mismun á starvsfólki innan heilsuøkið. Hvat við ansingartrupulleikanum hjá somu starvsfólkum á Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahúsið? Eg kenni ikki trupulleikarnar í Suðuroy, men kenni teir væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í Klaksvík er bíðilistin á 150 børnum. Sjálvt um kommunan ger alt, ið hon er ment, at minnka um henda, er hann enn alt ov stórur. Vit hava sett okkum sum mál at fáa bíðirøðina vekk í hesum valskeiðnum, men tað er ein onnur søga.
Starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur trupulleikar við at fáa ansingarpláss, eins og nógv onnur foreldur. Men tey hava eisini ein annan trupulleika, og tað er, at tey hava brúk fyri einum stovnið, ið er opin alt samdøgrið, tí tey hava skeiva arbeiðstíð. Um landsstýrismaðurin ikki veit tað, so kunnu vit upplýsa hann um, at trupulleikin við at fáa læknar er enn meira akuttur í Klaksvík og Suðuroy, enn í Havn. Væntandi barnaansing ger ikki støðuna betur, heldur ikki í útjaðaranum.
Skal hetta, ið landsstýrismaðurin nú ætlar, ikki bert vera vanligt valagn, so má hann loysa trupulleikan fyri alt starvsfólkið innan heilsuverkið og ikki bert í einum valdømi.