Símun Oliver Johannesen í Ribarhúsi

Sunnudagin 5. septembur kl. 20 letur ein framsýning upp við málningum av Símun Oliver Johannesen í Ribarhúsi við sangi, tónleiki og røðum. Rói Eliasen, ommubeiggjasonurin, spælir, og Ása Dam syngur. Frits, bróðursonur, og Heðin, systursonur, flyta fram røðu.

22. apríl í ár hevði Símun verið 110 ár. Hann var sonur Jóhannu Mariu og Thomas Jóhan Johannesen í Fuglafirði. Tey fingu 11 børn, og var Símun 5. elstur í hesum barnaflokki.


Símun er tann fyrsti fuglfirðingurin, ið fer at mála. Hann er tilkomin, áðrenn hann fer undir henda partin av yrki sínum. Símun var annars húsasmiður og snikkari. Hann hevði smíðað hjá Petur Snikk í Havnini. Hann var millum annað við til at smíða kirkjuna á Glyvrum, og verður onkuntíð nevndur Kirkju Símun


Símun giftist við Katrinu Lervig, ættað úr Lorvík. Tey fingu tvey børn, Fridu og Kerstin. Hann og Trina settu seg niður skamt frá Sandinum tætt við dansistovuna. Her búðu tey alt sítt lív.


Fleiri av hansara málningum hanga víða um og prýða veggir og stovur. Hann var eisini við á Málningaframsýningini á Varmakeldu í mong ár. Hann andaðist 23. mars 1983.


Frits Johannesen