Stóra heimstjørnan MØ kom til Føroya fyrr í vikuni, og í morgin skal hon á pall á G! festivalinum. Hesar dagarnar hevur hon vitjað runt í Føroyum og millum annað hava gøtufólk verið í náttúruni við henni.
Hon hevur lagt fleiri myndir út úr Føroyum, og hevur skrivað, at hon er í paradís. Hesar myndirnar hevur hon millum annað lagt út.
MØ fer á pall í annaðkvøld á midnátt. In.fo verður á staðnum. Her á síðuni kanst tú síggja myndir, videobrot og samrøður frá G! Festivalinum.
Hesar myndirnar hevur Tanja Sleire tikið.