Súni Olsen er ivasamur

Somuleiðis noyddist Andreas Lava Olsen eisini at gevast undir venjing í dag. Hansara trupulleikar tykjast kortini ikki eins álvarsligir sum teir hjá Súna, har tað í løtuni ikki ber til at siga, um hann megnar at spæla leygarkvøldið.

 

Landsliðið vandi annars í tveir tímar fyrrapartin. Brian Kerr rópti og og steðgaði spælinum fleiri ferðir, kom við góðum ráðum og sínum metingum um tað, ið hendi á vøllinum.

Miðskeiðis undir venjingini varð farið at spæla dyst á fullum vølli ? 11 móti 11. Leikararnir í vesti vóru Atli Danielsen, Bartal Eliasen, Atli Gregersen og Johan Troest Davidsen í verjuni. Á miðvøllinum vóru Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen og Andy Olsen. Fremstur var Anderas Lava Olsen og aftur Jákup Mikkelsen.

Hesir 11 kundu verið teir, ið byrja inni leygarkvøldið, tí bæði Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen, Einar Hansen og Jákup á Borg eru leikbannaðir.

Hinvegin gekk tó ikki long tíð, áðrenn Brian Kerr hevði flutt runt upp á fleiri leikarar, so enn ber bara til at gita.

 

Venjingin fyrrapartin er tann einasta í dag. Seinni er onkur útferð á skránni hjá leikarunum.